Minst 42 fólk hava latið lív í einari ferðsluvanlukku nærhendis franska býnum Puisseguin vestanfyri Bordeaux í morgun. Tað skriva franskir fjølmiðlar.
41 teirra vóru umborð á bussinum, meðan førarin av lastbilinum eisini doyði av samanstoytinum.
Einans átta fólk megnaðu at koma frá vanlukkuni á lívi, harav fimm teirra hava fingið skaða av samanstoytinum.
Vanlukkan hendi, tá ein lastbilur og ein bussur stoyttur frontalt saman. Franska sjónvarpsrásin BFTC upplýsir, at eldur kom í bæði akfør aftaná samanstoytin.
Umborð á bussinum vóru pensjónistar, ið skuldu njóta nakrar frídagar í einum býi nærhendis.
Talan er um ringastu ferðsluvanlukku í Fraklandi síðani 1982, tá 52 fólk lótu lív í eini ferðsluvanlukku.