Frakland letur matstovur upp aftur

Franski forsetin, Emmanuel Macron, hevur boðað frá, at korontiltøkini í Fraklandi verða nú linari, og at franskmenn í næstum fara at fáa meira frælsi eftir fleiri mánaðir í einum rættiliga stongdum samfelag.

Kafeir og matstovur, sum annars hava verið stongdar um alt Frakland, fara í næstum at lata upp aftur, og tað fer at bera til at ferðast til Frakland úr øðrum evropeiskum londum. Fólk skulu eisini sleppa at vitja á ellisheimum, sum annars hava verið heilt illa rakt av koronavirusinum.

Við franskt sjóvnarp segði Macron sambært BBC, at Frakland hevði vunnið sína fyrsta sigur móti koronavirus, men hann gjørdi greitt, at franskmenn skuldu vera varnir, tí virusið kundi koma aftur.

– Summarið í 2020 verður eitt summar, sum vit ikki hava upplivað fyrr, og vit mugu halda eyga við, hvussu farsóttin mennir seg, og vit mugu vera til reiðar, skuldi hon tikið dik á seg aftur, segði Emmanuel Macron.