Frítt WIFI Hot spots til allar Føroyar - men fyrst til bygdaleiðir og strandfaraskipini

Eitt av mínum hjartamálum í býráðnum í Havn, er at betra um KT- tænastur til borgaran, við at seta sokallað WIFI- hotspottir upp í høvuðsstaðnum, tað gongur framá við tí ætlanini og eitt nú er komi frítt tráðleyst internet býarbókasavninum, í ungdómshúsinum Klubb 188 í Hoyvík og onkra aðrastaðni.

Somuleiðis kemur WIFI - hotsspot í bussleiðina í næstum. Har ungdómar, vitjandi, ferðandi og onnur gleðast um hesa tænastu
Um onkur skuldi ivast, so verður hetta eisini eitt av mínum hjartamálum til komandi løgtingsval, um eg framvegis eri á listanum.
Har endamálið í fyrsta umfarið er, at fáa tráðleyst internet til allar almennir bygningar hjá landinum og har tað er átrokandi.
Her hugsi eg um; skúlar, studentaskúlar, strandfaraskipini, sjúkrahúsini og bygdaleiðir hjá landinum. Eitt nú er henda skipan ymsa staðir sum nú er, á læraraskúlanum og á Landssjúkrahúsinum, og tað er frálíkt. Men, enn er langur vegur á mál.
Vit skulu eisini endurskoða lógirnar hesum viðvíkjandi, soleiðis at internet tænastan verður meira frí til frama fyri allar føroyingar, vitjandi, ferðandi og onnur. Eisini skal takast hædd fyri í lógunum, hvat er ein tænasta og ikki, við atliti tað almenna og tað privata.
Málið hjá mær, er at allar Føroyar vera ein hotspottur. Her kundi td. Føroya Tele ella onkur annar umsiti hesa tænastu. Somuleiðis skulu allir føroyingar fáa frítt internet samband og breiðband. Hetta hevur Stórabretland júst samtykt fyri sínar borgarar. Finnland hevur hesa skipan.
Um allar Føroyar bleiv ein fríur hotspottur, er einki at ivast í, at tað hevði verið eitt gott íkast til tað føroyska samfelagið.
Um vit vilja vísa áræði og hugsa um nýggjar vinnumøguleikar, so er tráðleyst internet um alt landið ein góð íløga til okkum øll.
Eg ivist heldur ikki í, um vit vilja og tora frá politiskari síðu, fer tráðleyst internet til allar Føroyar, at geva okkum føroyingum stórar inntøkur langt inn i framtíðina.
Eg havi tí eina áheitan til Strandfaraskip Landsins, um at fáa hesa eina hotspot skipan til øll strandfaraskipini og til bygdaleiðir.