Á heimasíðuni hjá Fróðskaparsetri Føroya stóð skrivað tann 22. august, at Bauckham verður mettur at vera ímillum fremstu og mest viðurkendu gudfrøðingum í Bretlandi seinastu 20-30 árini. Hann fekk p.hd-prógv í søgu frá Cambridge. Í 15 ár undirvísti hann gudfrøði í universitetinum í Manchester. Í 1992 gjørdist hann professari í gudfrøði við universitetið í St. Andrews í Skotlandi. Í 2007 segði hann starvið frá sær og flutti til Cambridge, so hann fekk betri stundir at granska og skriva bøkur.
Eisini varð sagt, at akademiskt er Richard Bauckham breiður. Millum hansara serliga kendu verk er "Jesus and the Eyewitnesses" (frá 2006), sum viðger evangeliini sum eygnavitnisfrásagnir og vísir, hvussu søguliga álítandi evangeliini eru. Ímillum gudfrøðingar er bókin longu kallað ein klassikari tá talan er um trúvirði í evangeliunum.
Í "God Crucified: Monotheism and Christology in the New Testament" (frá 1998) viðger Bauckham spurningin um, hvussu jødiskir monoteistar kunnu koma til at trúgva, at Jesus bæði er menniskja og Gud.
Á føroyavitjanini var m.a. Miðlahúsið karmur um fyrilestur hjá Bauckham mánadagin 23. august og Fróðskaparsetrið var karmur um fyrilestur týsdagin 24. august í veitsluhøllini á Føroya Læraraskúla og møguleiki var at ogna sær bøkur hjá Richard Bauckham. Sigast má, at Fróðskaparsetur Føroya hevur alt rós uppiborið at vísa gestablídni.
Men í hesum sambandi kann eg ikki lata vera við at undrast. Fróðskaparsetur Føroya hevur undir sær bókaforlagið Fróðskapur. Í viðtøkunum hjá hesum forlagi stendur m.a. í § 2: “Endamál felagsins er at reka vísindaligt útgávuvirksemi og annað virksemi, sum náttúrligt hoyrir til slíkt virksemi.” Í 2007 gav hetta forlag út bók, ið nevndist “Guds orð ella orð um Gud” (stytt GooG), sum m.a. er ein fullkomin uppgerð við søguvirðið í evangeliinum. Viðvíkjandi søguvirðinum hjá Nýggja Testamenti verður m.a. sagt:
“Trupulleikarnir, sum søgugranskarar standa yvirfyri, eru..., at tekstirnir í Nýggja Testamenti, sum kunnu siga nakað um tann søguliga Jesus, eru upprunaliga skrivaðir 40-70 ár eftir krossfestingina av nøkrum høvundum, sum – uttan at teir nakrantíð persónliga kendu ella hittu Jesus – trúðu uppá uppreisnina. Tað hevði sostatt langt frá loyst allar trupulleikar, um granskarar visti, at teir høvdu upprunahandritini.” (GooG, s.81)
“eingin av evangelistunum var eygnavitni... Hendan sannroyndin..., hevur við sær, at søguliga kelduvirðið í evangeliinum kann hugsast at vera rættiliga ivasamt.” (GooG, s.78)
“Tað er rundanum søguligar persónar, sum vit lítið og einki vita um, at mytur kunnu verða skaptar. Jesus er eitt skúladømi um ein tílíkan persón.” (GooG, s.82)
Og viðvíkjandi læruni um, at Jesus er bæði menniskja og Gud, verður m.a. soleiðis tikið til:
“Tað tykist í øllum førum vera soleiðis, at tann Jesus, sum vit møta í teimum elstu varðveittu handritunum av tí mest álítandi evangeliinum, Markus, sum stava frá 3. øld e.Kr., ikki er guddómliggjørdur – t.e., at hann ikki sigur seg vera ella ger krav uppá at vera Gud.” (GooG, s.125)
Við bókaútgávuni hjá Fróðskapi verður sotatt størsti parturin av granskingini hjá Bauckham vrakaður. Og skulu vit trúgva hesi “vísindini” frá Debesartrøð, so er lítið skil á professaranum frá Cambridge, hóast Bauckham á heimasíðuni hjá Setrinum verður prýddur við føgrum lýsingarorðum.
Sum sagt hevur granskingin hjá Bauckham víst, hvussu søguliga álítandi skriftirnar í Nýggja Testamenti eru. Bauckham metir, at tað ikki er vísindaliga haldbart at gera mun á einum søguligum Jesusi og tí Jesusi, sum tey fyrstu kristnu trúðu á. Tað er bert ein Jesus, og tað er “The Jesus of the Eyewitnesses”.
Eg kundi hugsað mær at fingið at vita, um Fróðskapur (sum skal tryggja vísindaliga støðinum í okkara landi) hevur broytt kós viðvíkjandi spurninginum um trúvirðið í evangeliunum? Skulu vit lata vera við at keypa bókina, sum Fróðskapur gav út, og sum óbeinleiðis sigur, at konfirmatiónsundirvísingin her á landi byggir á fiktión? Ella skulu vit halda okkum til Bauckham?
Eitt annað sum vekir undran er, at fyri árum síðan heiðraði Miðlahúsið høvundan av áðurnevndu bók við ársins kjakvirðisløn fyri sítt íkast til kjakið í Føroyum. Men síðan hevur Miðlahúsið ikki kosið nakran “føroyameistara” í kjaki. Nú er so Miðlahúsið karmur um fyrilestur hjá Bauckham. Á blaðsíðu 163 í GooG verður ávarðað ímóti at nýta bíbilskar grundgevingar í samfelagsligum kjaki. Tað var júst hetta Bauckham gjørdi í Miðlahúsinum.
Eg veit ikki, um kulturelitan í Føroyum er eitt ríki, sum er komið í stríð við seg sjálvt. Men Bauckham er professari í Cambridge, so kanska er akademiska snobbið orsøkin til hesa margháttligu andsøgn.