Frískúli við bundnari uppgávu

Frískúli: Klokkan er nakrar fáar minuttir í 9 fríggjadagin, tá bæði lærari og næmingar eru klár til dagsins fyrsta tíma. Fimti dagur í kristna frískúlanum Keldan er um at byrja. - Ja, gerið so væl, og seti tykkum niður við borðini. So kunnu vit byrja, sigur Birna Vestergaard, flokslærari í 1. flokki.

Í Skálafirði: Hetta er sum einhvør onnur skúlastova í einumhvørjum nútíðar fólkaskúla í Føroyum.

Øll neyðug útgerð til undirvísingina er tøk. Bøkurnar eru har. Samvirkna talvan er har. Ein flokslærari, ið hevur royndir við innskúlingini er har. Og haraftrat er skúlagongdin í Bláu stovu, har teir bláu litirnir eru eyðsýndir, m.a. við litinum á gardinunum.

Teir átta næmingarnir eru setstir, hvør við sítt egna borð, og ein av dreingjunum, Martin Óli baksast hesa løtuna við at fáa taskuna upp at hanga. Og so nær hann akkurát at siga hey við ein annan, ið situr beint aftanfyri hann og sum hevur gingið í somu dagrøkt sum hann.

- Hey Dánjal, sigur Martin Óli, sum kemur úr Søldarfirði hvønn morgun.

Birna riggar telduna til, alt meðan klokkan nærkast løtuni, tá skúladagurin skal byrja. Fá sekund yvir 9 biður hon næmingunum góðan morgun: “Góðan morgun, fyrsti flokkur”.

Tey eru skjót at svara aftur og heilsa lærara teirra við sama svari, soleiðis at dagurin kann fáa eina góða byrjan. Lærarin takkar fyri, og biður nú næmingarnar sita stillar, tí nú skulu tey byrja sum tey plaga - við morgunsangi og bøn.

Birna takkar Gudi fyri tann nýggja dagin, fyri hvønn einstakan næming, og biður Hann vera við teimum øllum henda fimta skúladagin í frískúlanum.

- Ger tað eisini so, at næmingarnir kunnu læra ordiliga nógv, og at tey eisini verða góð hvør við annan, biður hon.

Tey syngja síðani tveir kendar barnasangir sum kendir eru úr sunnudagsskúlanum. Hvør teir syngur við sínum munni sjálvandi, men fyri teir átta næmingarnar er týðiligt at merkja, at tey halda hetta vera eina góða byrjan uppá dagin.


Brotin sigarett

Sangurin er ikki meiri enn liðugur, fyrrenn ein hond fer upp í loft.

- Kunnu vit ikki syngja sangin “Dukka mín er blá”?, kemur tað frá einum næmingi.

- Jú, sigur Birna. - Tað er so gaman í. Men tónleikurin í samvirknu talvuni riggar ikki í dag. Tað riggaði í gjár, men eg havi skilt, at tað verður í lagi seinni í dag. So er tað ikki í lagi, at vit taka hann í morgin ístaðin?

Tey stemma í ein annan barnasang, og nú tey eru komin so gott í gongd við sanginum, fer Birna yvir til ta prentaðu talvuna við føroyska stavraðnum. Og so ljóðar sangurin um føroysku bókstavirnar út í Bláu stovu.

- Syngið tit nú einaferð, uttan at eg syngi við, sigur Birna, sum løtu seinni kann klappa fyri teimum átta næmingunum sum megnaðu hetta uttan hjálpa.

- Ja, tað má eg siga. Tit eru ótrúliga røsk at syngja. Nå, men nú fara vit yvir til dagsins bókstav. Nú verður spennandi at vita, um tit kenna hann.

Hon trýstir á samvirknu talvuna, og eitt sekund seinni dagar dagsins bókstavur fram á talvuni - L, formað sum ein brotin sigarett.


J ella L

Børnini bresta út úr at flenna, eftir stuttligu tekningini.

- Hatta líkist einum J, sigur ein av næmingunum.

Hesin verður skjótt rættaður av læraranum, sum vísir á at hetta líkist J, men tað líkasum bogar hinvegin. Nei, hetta er ein bókstavur sum ikki færri enn fimm av næmingunum hava í teirra navni.

- Hatta er L, kemur tá frá einum øðrum næmingi.

Tekningin vísir eina brotna sigarett, formað sum bókstavurin L, men sum er brotin av um beinini, og tí hevur eina tubu av lími, stavað við stóra l, í hondini.

Tey tosa eina løtu um tekningina. Øll eru væl við í prátinum, og tey verða enn ídnari, tá nú Birna spyr, um nakar teirra hevur L í sínum navni.

Tey fyrstu fimm eru skjót at svara: Dánjal, Angela, Filip, Martin Óli og Elisabeth. Fyrra var eisini illa, meðan Maria, Nomi og Marianna ikki beinleiðis kunnu tosa við í hesum máli.

Tá spurningurin verður settur, um børnini vita onnur nøvn, har L er í, eru tey skjót at svara: Skúli, Súla, Keldan.

- Ja, tit eru ófør, sigur Birna, og trýstir enn einaferð á talvuna.


Svangur laksur

Áðrenn børnini rættiliga hava sansað tí, standa brádliga fýra tekningar frammanfyri børnunum: Ein laksur. Ein cola-fløska. Ein ísur og eitt fat við sild.

Hetta skilja børnini fult út, og tey eru beinanvegin við uppá sangin: “Ein lítil laksur eri eg”. Lærarin trýstir á ein hátalara á talvuni, og løtu seinni hoyrast tónarnir frá kenda sanginum. Hon trýstir á ein annan hátalara, og nú er meiri tónleikur á.

Men áðrenn børnini stemma enn einaferð í sangin, vil Birna hava svar uppá ein viðkomandi spurning: Er nakað L í laksi?

- Ja, sjálvandi, svarar ein genta, sum kvikliga hevur peikifingurin uppi. - Mamma arbeiðir á Bakkafrost, so tí veit eg tað. Laksur byrjar við L!

Fleiri av hinum eru íðin eftir at svara, men ein teirra er vorðin so troytt av at bíða, at viðkomandi suffar tungliga og sigur hart:

- Nei, nú havi eg bíðað so leingi, og tí taki eg bara hondina niður.

Sjálvt í einum lítlum flokki, er tað ikki altíð at ein fær orðið, tá ein ynskir tað. Tað er helst ein partur av tí at ganga í skúla - eisini einum frískúla: At ein Lærir eisini við at Lurta. 








Viðkomandi spurningar


Nógvir spurningar hava verið og verða framvegis settir fólkunum aftanfyri frískúlan í Kelduni.

Nakrir teirra eru viðkomandi, og tí verða teir settir her á røttum staði:


Hví skulu tit hava kristnan frískúla?

• Geva foreldrum eitt annað val at velja skúla fyri síni børn. Í grein 26 í heimsyvirlýsingini hjá ST um mannarættindi stendur m.a. at “Foreldur hava rætt til at velja tann skúlan, børn teirra skulu ganga í.” Við øðrum orðum, foreldur hava fyrsta rætt at velja, hvat slag av undirvísing skal verða givin børnum teirra.

• Útbúgving hevur altíð, upp ígjøgnum søguna, verið ein týðandi partur av kirkjunnar arbeiði.

• Frískúlar aðrastaðni vísa góð úrslit (t.d. í Svøríki)

• Heimið og skúlin - sama virðisgrundarlag

• Áhugaði og luttakandi foreldur

• Lærarar og foreldur eru samd

• Kristiligt skúlaumhvørvi – vernd fyri menningini hjá næminginum

• Eitt kristiligt skúlaumhvørvi – er ikki hóttandi – men stuðlandi og fyrigevandi


Hvat verður munurin á tykkara skúla og einum vanligum fólkaskúla?

• Ein minni skúli við minni flokkum, sum ger eitt heimligari umhvørvi

• Menningarætlanir fyri einstaka næmingin

• Menning av tí heila menniskjanum: Í kunnleika, sosialt, likamliga og andaliga

• Forskúli, skúli og frítíðarstova – alt á einum staði

• Størri áherðsla á tey kristnu virðini í skúlaumhvørvinum


Hvussu verða foreldrini tryggjað, at næmingarnir fáa eina breiða undirvísing?

• Tað eru ávísar mannagongdir, sum ein frískúli skal fylgja. T.d. stendur í lógini um frískúlar, at undirvísingarætlan skúlans skal góðkennast av landsstýrismanninum í mentamálum

• Frískúlin kemur at fylgja støðinum í lesiætlanini fyri fólkaskúlan

• Opinleiki og gjøgnumskygni skal eyðkenna skúlan

• Næmingarnir skulu verða eggjaðir til at seta spurningar til alt millum himmal og jørð og at hugsa sjálvstøðugt

• Starvsfólkið verður eggjað til at taka skeið og vitja aðrar skúlar hvørt ár, fyri at fáa nýggjan íblástur


Hvørji krøv verða sett til lærararnar?

• Fyrst og fremst er umráðandi, at teir hava námsfrøðiliga útbúgving, sum gevur neyðugu førleikarnar til undirvísing.

• Lærararnir mugu kenna visjónina fyri skúlan og taka undir við henni fyri at kunna arbeiða á skúlanum. Tað er umráðandi fyri, at skúlin kann fremja tey mál, sum eru sett

• At teir hava hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum

• At teir duga at samstarva og eru til reiðar at menna tað námsfrøðiliga arbeiðið á skúlanum 




Ein fíggjarlig avbjóðing


Hugskotið um fyrsta kristna frískúlan er ikki tikið úr leysum lofti: Skúlin er snøgt sagt ein partur av visjónini hjá samkomuni Kelduni, og er tí í mangar mátar at meta sum eitt barn teirra.

Hetta hevur aftur havt við sær, at samkoman stendur 100 prosent aftanfyri frískúlan, og veitir stuðul til raksturin.

Frískúlin hevur søkt um stuðul frá teimum kommununum, haðani næmingarnir eru: Tórshavnar, Runavíkar og Sjóvar kommunur og úr Eysturkommunu, og hevur higartil fingið játtandi svar úr Runavíkar kommunu.

Játtan er somuleiðis komin úr Mentamálaráðnum til 12 næmingar í 1. flokk og 27 læraratímar. Tað er tó ongin loyna, at enn vantar nakað í, til raksturin av frískúlanum ber seg. Nú fyrstu lønirnar skulu gjaldast, fer leiðslan í frískúlanum at hava fund um málið hesa vikuna.

Tað er serliga fíggingin av frítíðarstovuni, sum er ein avbjóðing fyri frískúlan, men uttan hetta tilboðið, høvdu nógv foreldur aftrað seg við at sent børnini í forskúla og 1. flokk. Tí avgjørdi leiðslan fyri samkomuna og skúlan at geva hetta samlaða tilboðið.

Leiðslan hevur tó staðfest, at nógv sjálvboðin fegin vilja taka eina hond í arbeiðið rundan um skúlan, og er ætlanin haraftrat at seta á stovn ein foreldrabanka, har foreldur kunnu hjálpa til við ymiskum praktiskum, so sum baking, matgerð, kappingum, venjing av drama/dansi og øðrum.

Vónin er, at skúlin skal fíggjarliga bera seg, sum tíðin líður og hetta vilja vit arbeiða fram ímóti. Men stórur dentur verður lagdur á, at ætlanin hvørki er ella hevur verið at spara uppá tað, sum kann geva næmingunum tað sum krevst fyri at geva teimum eina holla og dygdargóða undirvísing.