Mark Cavendish hevur seinastu tvey árini staðfestu sína støðu í súkkluheiminum. Hann hevur staðið seg sera væl í Tour de France, og hann verður í dag mettur sum ein av heimsins bestu sprintarum. Men fyri seks árum síðan kappaðist hann við Gunnar Dahl-Olsen, Boga Kristiansen og aðrar føroyskar súkklarar á Oyggjaleikum.
- Eg eri bilsin av, at hann hevur staðið seg so væl. Men tað er enn eitt dømi um, at um tú sum ungur er ambitiøsur og venur miðvíst, so røkkur tú tindunum. Eg minnist væl, tá hann súkklaði á Guernsey. Hann var smílandi, fittur og fyrikomandi. Og hann er als ikki broyttur, nú eg hyggi at honum í sjónvarpinum, og hann fær handað gullkrónur á Tour de France. Tað er løgið, sigur Gunnar Dahl-Olsen.
Mark Cavendish er 24 ára gamalur og ættaður av Isle of Man.










