Í hesum valdøgum har vit Valevnir yvirhøvur øll lova tað sama um vit verða vald haldi eg at vit eisni eiga at hugsa um tær ideologisku hugsjóninar sum ikki verða tiknar uppá tunguna av nøkrum flokki, heldur ikki Tjóðveldinum.
Tjóðveldið eigur at rannsaka seg sjálvt, hvar standa vit ídag ? eg haldi vit skulu fara aftur til røturnar hjá flokkinum tá hann veruliga var flokkurin hjá fiskimonnum og verkafólki. At berjast fyri tí góða og mennandi so at vit øll – andans og handans verkafólk - hava góð kor og umstøður í Tórshavn og øllum Føroyum. At endurfinna meiningina við megnar orðum sum Samhaldsfesti, solidaritetur og so sjálvandi Frælsi, Javnaður og Brøðrarlag. Heldur ikki mugu vit gloyma Fullveldishugsjónina og at Føroyar ein dag skulu verða ein sjálvstøðug Tjóð, sum vit øll verða errin av.
Við okkara ríka tilfangi, okkara fólki og øllum sum er Føroyskt hava vit allar møgulleikar at evna til eitt gott samfelag har trivnaður og nøgdsemi eru loysunarorðini og har eitt nýmótans og altjóðagjørt vinnulív er lokomotivið, eitt vinnulív sum hugsar um tað burðardygga og hevur fyrilit og atlit við okkara tilfangi, Ogn Føroya Fólks og sum vit bert hava til láns frá okkara eftirkomarum.
Hjálpið Tjóðveldinum til at gera eitt gott land enn betur.









