Fríkendur fyri Míttland stuldur

Fyrradagin fall dómur í málinum um stuldur í tónleikafestivalinum Míttland, har tveir av fyrireikarunum av festivalinum, Gudmundur Hansen og Hans Fróði Hansen, høvdu meldað Gert Róðá fyri at hava stolið millum 250.000 og 500.000 krónur frá festivalinum.


Gert Róðá varð tó í gjár fríkendur Københavns Byret fyri allar ákærur um stuldur, aftaná at hava verið undir illgruna í hálvtannað ár.


Tað var 13. september 2014, at festivalurin boðaði frá, at teir høvdu meldað málið til donsku løgregluna.


- Tónleikafestivalurin Míttland boðar frá, at peningur er stolin í stórum nøgdum av kassanum til árliga tiltakið á Amager. Hetta ávirkar rakstrarúrslitið á neiligan hátt í stóran mun. Málið er kannað, og nakað av peningi er funnið. Málið verður meldað til donsku løgregluna, skrivaðu fyrireikararnir tá.


Festivalurin fór á húsagang og fleiri tónleikarar mistu pening, tí festivalurin megnaði ikki at rinda teirra løn.


- Míttland boðar frá, at onkur hevur stolið yvir hundrað túsund úr kassanum,  og vit tónleikarar fáa tí onga løn í fyrst atløgu. Míttland sigur eisini, at málið verður meldað til løgregluna, segði ein av tónleikarunum, sum spældi á Míttland, tá við in.fo.