? Tað hevur í nógv ár ligið frammi ætlan um at breiðka vegin frá Gjógvará norð á havnarlagið, so at vit fáa ein góðan og breiðan veg ístaðin fyri tann smala, sum er nú, sigur Sigurd Simonsen, borgarstjóri í Fuglafirði.
? Men fyrr stóðu so nógv hús í vegin, sum forðaðu fyri at breiðka vegin, og nú haldi eg, at tað eru eini 18 hús tikin niður. Men hetta er hent yvir eini 30- 40 ár.
Alt hetta arbeiðið við at breiðka vegin og annað steðgaði upp tá kreppan byrjaði, men nú er ætlanin at hetta arbeiðið skal takast upp aftur.
Torg
Vegurin er longu breiðkaður eitt stykkið. Frá Gjógvará og norð til Sparikassan er vegurin nú breiður og góður, men ætlanin er, at bøtast skal um hann allan vegin norð til havnarlagið.
Tað fyrsta kommunan hevur gjørt er eisini at gera eina gongubreyt við Sparikassan, sum er steinløgd, og sær ógvuliga snotulig út.
Og ikki nóg mikið við tí. Eisini skal eitt stórt parkeringsøkið gerast við nýggja og snotuliga Mentanarhúsið, og uttanfyri Mentanarhúsið skal eisini gerast eitt torg.
? Vit byrjaðu týsdagin at gera eina gongubreyt rundan um Mentanarhúsið, bæði á ovaru og niðaru síðu. Á ovaru síðu skal so eisini gerast eitt torg, sum Niels Midjord hevur teknað. Hetta torgið er longu góðkent av býráðnum.
Torgið verður stórt og rúmligt við flísum og skráningum. Eisini verður ein lítil »standur« av glasi, har til ber at hava eitt lítið kór, røðarar og annað.
Restin av ætlanini gongur annars út uppá at breiðka restina av vegnum. Frá Toftagøtu og norðeftir verður tikið tveir metrar niðan í garðin hjá fimm húsum. Soleiðis verður vegurin eitt sindur breiðari, og so verður gongubreyt eisini gjørd har.
? Tað verður tryggari hjá gongufólki at ganga har og tað er ein stórur fyrimunur. Ferðslan eftir høvuðsvegnum í Fuglafirði er so tung. Yvir 100.000 tons verða flutt eftir vegnum árliga, greiðir Sigurd Simonsen frá.
Borgarstjórin sigur eisini, at ein grótgarður skal lagast yvir eftir ovaru síðuni, og á niðaru síðuni verða stuðlar gjørdir, tí vegakanturin er ógvuliga ófantaligur.
? Størsta takið er runt um Mentanarhúsið, men tá parkeringsøkið er liðugt har, verður pláss fyri eini 80 bilum. Og Mentanarhúsið liggur eisini so mikið væl fyri, at tað ber væl til hjá fólkum, sum fara til dømis í Siloa ella í kirkju at parkera bilin har niðri, vísir Sigurd Simonsen á.
Tað fer at taka eini 2-3 ár áðrenn hetta arbeiðið verður liðugt, men tá tað einaferð verður, so er Sigurd Simonsen sannførdur um, at Fuglafjørður fer at hava ein góðan, snøggan og breiðan høvuðsveg, sum býurin kann verða errin av.