Fríði: Taklingarnar vóru sum í amerikonskum fótbólti

(Rás2) Tvímálsskjúttin heldur, at Ungarn vann uppiborið, men teir sluppu eisini at verja hart, sum gav teimum ein fyrimun

- Taklingarnar vóru sum í amerikonskum fótbólti. Soleiðis lýsir Fríði Weyhe verjuspælið hjá Ungarn í HM-dystinum ímóti Føroyum, sum Føroyar taptu 23-32 (12-18). Fríði Weyhe skoraði tvey mál í dystinum.

 

Fríði Weyhe letur ongan iva verða um, at hann heldur, at Ungarn vann ein uppibornan sigur, men hann heldur, at dómararnir loyvdu Ungarn at verja hart, og tað gav teimum avgjørt ein fyrimun.

 

Um uppgávuna í áttandapartsfinaluni ímóti Fraklandi mikudagin klokkan 14 sigur Fríði Weyhe, at tað verður ein stór uppliving, men týdningarmikið er, at allir eru klárir.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á Rás2 við Fríða Weyhe aftaná HM-dystin ímóti Ungarn.