Fróði klárur við nýggjari útgávu

Fróði Hansen gav fyri stuttum út fløguna Creeping Storm. Hetta var fagnað við útgávukonsert í Keypmannahavn í gjárkvøldið, har fleiri fólk vóru savnað.

? Tað gekk yvirraskandi væl og betri enn, tá vit hava vant í síðstuni. Hetta var eisini okkara fyrsta veruliga konsert síðani fløgan kom út, og tí var tað feitt at so nógv fólk komu, segði Fróði Hansen við Sosialin eftir konsertina í gjárkvøldið.

Hann helt fyri, at teir nú fara at smíða meðan jarnið er heitt. Næsta konsertin verður á The Rock og seinni í ár skulu teir spæla í Studenterhuset ? bæði støðini liggja mitt inni í Keypmannahavn.

? Men neyvan verður leingi til næstu útgávuna. Henda fløgan varð innspæld fyri akkurát einum ári síðani, men eg havi longu tilfarið til næstu fløguna klárt. Tað er bara ein spurningur um fígging, so kemur hon eisini út, sigur Fróði Hansen.

 

Myndir frá útgávukonsertini við Fróða Hansen í gjárkvøldið eru at finna í myndatemanum.