Landsliðsspælarin Fróði Benjaminsen varð rikin av vølli, tá B36 leygardagin spældi móti fyrrverandi liðfeløgunum hjá Fróða úr B68.
Eftir ein tilburð, har dómari metti Fróða hava sligið Ova Magnussen, fekk miðvallarin reyða kortið. Og ikki óvæntað hevur Kappingarnevndin sektað hetta við leikbanni í tveir dagar.
Tað merkir, at B36 má vera miðvallaran fyri uttan teir báðar komandi dystirnar, sum báðir mugu metast rættiliga týdningarmiklir. Fyrst grannauppgerðin móti HB í kvøld og síðani á heimavølli móti EB/Streymi, sum í løtuni er nummar tvey á stigatalvuni.