Arch Enemy hevur spælt konsertir kring allan heim. Tey hava verið á konsertferð við Iron Maiden, Slayer og øllum teimum bólkum, ið vera roknaðir fyri nakað á metalhimmalinum, og ikki minst eru tey absolutt størsta metalnavn, ið nakrantíð hevur spælt í Føroyum.
Sjálvsagt hevði metaleskandi føroyski áhoyraraskarin glett seg ótrúliga nógv til hesa konsertina, ið heldur ikki var at kimsa at. Bólkurin er nemliga nakað heilt serligt, ikki minst orsakað av forsangarinnuni, sum tók yvir í 2010, Angelu Gossow. Gossow verður roknað sum hin harðasta kvinnan innan metalheimin. Hon er ein høgt vird kvinna og ein av størstu fyrimyndunum hjá metalfjepparum av báðum kynum kring allan heim.
Góð heildaruppliving
Angela, sum verður sammett við eina norrøna guðinnu, brotin úr gløðandi málmi, strálandi sum sólin á hásumri og við brúsandi brim, er ein brølandi leyvukvinna, ein særdur dreki, ein svakur orkur, skuffaði ikki metalhøvdini og øll hini, ið vildu royna seg innan hetta slagið av tónleiki á G! Hon røkti sína uppgávu til Ug og tá konsertin var liðug, vóru gjøgnumbloyttu áhoyrararnir á einum máli um, at hetta var nakað av tí feitasta, tey nakrantíð høvdu upplivað!
Heildarupplivingnin av konsertini var tó ikki bert Gossow fyri at takka. Ikki minst vístu guitarspælandi Ammotbrøðurnir, at teir avgjørt vistu, hvat teir gjørdu, tá teir við sínum kompositiónum, ið vístu á skilskapin við 70ara rokkin, Iron Maiden osfr., komplimenteraðu ta spinklu, ljóshærdu kvinnuna í svørtum, ið leiddi tónleikin.
Gossow gjørdi avgjørt ikki kvennkyninum til skammar fríggjakvøldið. Tey fóru á pall uml. kl. 23, og tann næsta góða tíman samantvinnaðu tey oysandi regni, myrku, slavnu luftina og dýggjvátu áskoðararnar í eina myrka og tunga eind, har áhoyrararnar fingu eina uppliving út yvir tað vanliga. Hetta verður helst seint gloymt, tí allir limirnir í bólkinum gjørdu alt, sum stóð í teirra makt, og góvu alt, teir megnaðu, fyri at geva áhoyrarunum júst tað, teir vóru komnir eftir.
Gossow vísti, við góðum uppbakkningi frá bólkinum, eina ótrúliga orku, og ikki minst, at tungur metaltónleikur og kvennkynið uttan truppuleikar kunnu geva eina tónleikauppliving, ið er tyngri og ráari enn tað, tey flestu eru von við. Faktiskt megnaði hon at græla flest øll sundur og saman í eini framførslu, har áhoyrararnir endiliga fingu høvi at lata allar frustratiónirnar um ringt veður, sundurskrødd telt, dýggjvát klæðir og óvissuna um, hvussu komandi G!dagarnar fóru at síggja út, fara til heljar, meðan tey ýldu móti myrka himmalinum saman við drotningini av metalríkinum og hennara monnum.