Vágatunnilin
Komandi leygardag 2. oktober, verður tað frítt at ferðast gjøgnum Vágatunnilin. Kravt verður ikki upp frá kl 6 leygarmorgunin 2. oktober til kl 6 sunnumorgunin 3. oktober.
Nevndin í felagnum hevur avgjørt, at tað framyvir koma at vera 4 tílíkir dagar um árið, har tað verður frítt at ferðast gjøgnum Vágatunnilin.
Ein av hesum døgum verður í samband við ársdagin fyri upplating av tunlinum, tann 10. dec. Hinir tríggir dagarnir verða lagdir ein leygardag í hvør sínum ársfjórðingi, saman við vinnuni í Vágunum.
Endamálið við hesum tiltaki er, at geva almenninginum høvi at ferðast gjøgnum tunninlin nakrar ferðir um árið fyri einki, samstundis sum vinnan í Vágunum kann nýta høvið til ymiskt virksemi.