Frídømdur fyri aðra av tveimum neyðtøkum

Í Føroya rætti varð maðurin dømdur sekur í tveimum neyðtøkum, men landsrætturin frídømdi hann fyri aðra neyðtøkuna. Eystari landsrættur gjørdi kortini av, at maðurin skal fáa somu revsing, sum hann fekk fyri báðar neyðtøkurnar í Føroya rætti, hálvt annað árs fongsul.

Í Føroya rætti varð tann 39 ára gamli maðurin ákærdur og dømdur fyri at hava neyðtikið 14 ára gomlu stjúkdóttur sína tvær ferðir og fyri annan grovan kynsligan ágang ímóti henni. Maðurin noktaði seg sekan.

Eystari landsrættur, sum viðgjørdi málið í gjár, helt ikki, at prógvini fyri teirru seinnu neyðtøkuni vóru nóg góð og frídømdi tí mannin fyri hana, sigur Útvarpið.