Forvitnisligir tónar og ljóðføri úr Alpunum

Hóskvøldið 14. mai og leygardagin 16. mai verður høvi at hoyra áhugaverdar og forvitnisligar tónar úr sveisisku Alpunum við nútíðar íblástri, sum Duo Stimmhorn framføra Tað eru teir báðir, Christian Zehnder og Balthasar Streiff, sum fara at framføra, ávikavist í Mentanarhúsinum í Fuglafirði hóskvøldið klokkan 20 og í Norðurlandahúsinum leygardagin klokkan 16.

Duo Stummhorn, sum teir rópa seg, høvdu sína fyrstu framførslu í 1996.

Christian og Balthasar syngja/ jodla og brúka nógv ymisk ljóðføri í sínum framførslum. Serliga er tað forkunnuga alphornið, sum er kent úr sveisisku Alpunum, ið setir sín dám á hjá teimum báðum. Hetta er eitt træhorn, sum upprunaliga er bygt úr granni.

Á konsertunum fara fólk at hoyra tað forna og upprunaliga, sum á serstakan hátt verður blandað saman við nútíðartónleiki.

Tað eru Konsertfelagið og Norðurlandahúsið, sum standa aftanfyri konserttiltøkini hjá Duo Stummhorn.

Fyrireikararnir siga, at ljóðføri og sangur hjá teimum báðum, Christiani og Balthasar, eru heilt serlig og forkunnug.

- Til yvirtónasang verður ein serligur teknikkur nýttur. Til ber at syngja upp til 14 yvirtónar frá einum einstøkum grundtóna. Tann, sum fær kontroll á hesum, ofta sera skjóttgangandi tónum, kann syngja í fleiri stemmum, siga fyrireikararnir.

Duo Stimmhorn hava luttikið á jazz- og teaterfestivalum, klassiskum konsertum, verið við til framførslur av sjónleikum, operum og øðrum listagreinum.

Ummælini, teir hava fingið, eru sera góð. Teir eru ikki bundnir at nøkrum ávísum stíli, men arbeiða bæði við gomlum kendum og nýggjum ókendum ljóðum. Teir hava vunnið virðislønir, eins og nógvur tónleikur er skrivaður til teir.