Tað var Jógvan Joensen, sum lat postverkinum skjalagávuni. Jógvan, sum býr í Odense í Danmark, er pensioneraður postassistentur. Frá 1956 til 1960 starvaðist hann sum ungur postassistentur í føstum starvi á postkantórinum í Tórshavn. Í 1963 til 1966 var hann avloysari.
Hetta var tá postkontórið var niðri í postbygninginum í miðbýnum. Tað var vanligt tá, at starvsfólk aftrat høvuðsstarvsuppgávuni høvdu eina minni eykauppgávu, sum skuldi røkjast, tá stundir inn í millum vóru til tað.
Hjá Jógvani var eykauppgávan m.a. at rudda upp í skjalagoymsluni. Arbeiðssetningurin var at burturbeina øll postlig skjøl eldri enn 1930.
Táverandi postmeistari Martin Djurhuus hevði sagt honum, at týðandi skjølini á goymsluni hevði leiðslan í Keypmannahavn fingið, og restin skuldi tí burturbeinast. Jógvan segði okkum, at har vóru skjøl heilt aftur til 1870.
Av sínum eintingum legði Jógvan kortini nøkur áhugaverd skjøl til viks, tí hann helt, at tað var skeivt at burturbeina alt. Hann hevur øll árini goymt skjølini við hús. Fyri umleið hálvum ári síðani vendi hann sær til postverkið við spurningi, um áhugi var fyri hesum skjølum.
Tað játtaðu vit sjálvsagt beinan vegin og avtalað varð, at Jógvan í sambandi við vitjan í Føroyum í mai sjálvur skuldi lata posverkinum tey.
Jógvan er føddur og uppvaksin í Danmark. Hann er ættaður úr Hesti. Pápi hansara, Jóhann Petur Joensen var eitt skifti lærari í Klaksvík og seinni landsskúlaráðgevi í Føroyum. Jógvan er giftur danskari konu, sum eitur Grethe. Hon er eisini útbúgvin postassistentur. Árini 1957 til 1960 búði hon saman við manni sínum í Føroyum og arbeiddi tá av og á sum avloysari á posthúsinum. Grethe var við Jógvani, nú skjølini vóru handað postverkinum. Í dag búgva tey sum sagt í Odense.
Arne G. Nielsen, pensioneraður deildareliðari í Postverk Føroya, var boðin við á samkomuna, tí hann kendi væl Jógvan frá tíðini í 50 og 60-unum. Teirra millum var sjálvsagt prátað um farnar dagar.
Av skjølunum kunnu nevnast skjal, sum kunngerð, at posthúsið í Tórshavn í mai 1908 fekk status sum "postkontor". Postkantórið í Tórshavn hevur sostatt 100 ára føðingardag.
Frammanundan hevði posthúsið havt status sum "postekspedition". Postkantórið fekk við hesi broyting munandi størri heimildir. Samstundis fekk postkontórið rættiligan postmeistara. Hetta siga skjøl eisini frá. Fyrsti rættiliga postmeistari var C.C. Danielsen. Hann var postekspeditørur frá 1898 til 1908, tá hann gjørdist fyrsti postmeistari í Føroyum. Hetta starv røkti hann til 1917.
Forvitnisligu skjølini eru klípir í føroyska postvarðan, sum vónandi einaferð í framtíðini kemur at standa sum eitt gott søguligt minni um ein almennan stovn, sum í meira enn eina øld var ein týðandi partur í føroyska samskiftiskervinum.