Forvitnið dregur

- Tað skal vera pláss fyri at leypa út í, har tú ikki ánar, um tú grynnir, sigur listakvinnan Maria Mørkøre, sum í løtuni sýnir fram í Leikalund í Klaksvík.


Hon kallar sínar málingar royndir. Ikki tí hon sjálv er nøkur óroynd listakvinna, men tí hon allatíðina roynir nýggjar leiðir innan listina. Soleiðis eisini við hesi framsýningini, har drívmegin er listarligt forvitni og úttrykkið røkkur líka frá tí næstan barnsligt naiva til meir trilvandi royndir út í okkurt ókent.

Myndevnið víkir
Millum teir 19 málningarnar eru fleiri dømi um ein teknikk, Maria hevur ment meir og meir seinnu árini. Í hesum málningunum snarar listakvinnan kring eitt realistiskt myndevni, sum kortini fer meir og meir í upploysn, bæði innihaldsliga og tøkniliga. Alt meðan litirnir verða meir upploystir á ein hátt, so myndin ber brá av akvarell, missir myndevnið spakuliga sín týdning.
- Myndevni hava ongantíð havt serliga stóran týdning fyri meg. Tí havi eg ofta fleiri málingar av somu meir ella minni tilvildarligum myndevnum ella uppstillingum, har eg eksperimenteri við ymsum teknikkum á ein hátt, so nýggja úttrykkið heldur enn myndevnið koma at spæla størsta leiklutin, sigur Maria.
Eftirhondini hevur Maria ment hetta úttrykkið so neyvt, at tað, sum í fyrstuni tóktist trilvandi og leitandi, nú tykist meir kontrollerað. Men óvissan er framvegis ein berandi drívmegi í hennara listarligu tilgongd. Tí síggja vit eisini á hesi framsýningini eina røð av heilt nýggjum áhugaverdum royndum at mála fólk og fólkamongdir í einum heldur óróligum, hálvabstraktum huglagið. Eftir mínum tykki eru tað serliga myndirnar av fólkamongdum, heldur enn einstøkum persónum, sum hugtaka í mátanum samskiftið millum persónarnar geva myndnumum ein serligan dynamikk.

Provokerandi
Upp í móti hesum royndunum út í tað ókenda er ein røð av heilt øðrvísi jarðbundnum málningum. Her er tann afturvendandi kvinnumodellin, sum minnir á ein listamálara, sum ikki hevur gloymt, hvat tað heila byrjaði við  javnvágini millum skuggar og ljós og tyngdini hjá tí einstaka lutinum í kompositorisku heildini.
Hartil síggja vit eisini á hesi framsýningini nakrar naivistiskar mest sum provokerandi barnsligar málningar við tungum strikum og at síggja til heilt óblandaðum litum. Samanborið við hálvabstraktu málningarnar, tykjast hesir vera ein roynd at halda onkrum fast fyri ikki at missa tamarhaldið.
- Kanska bera hesir reinu málningarnir boð um eina trongd at vilja stýra tingunum rundan um teg, grunar Maria, men viðgongur, at tá hon er liðug við ein slíkan málning, kennir hon sum oftast aftur eina trongd at sleppa takinum og lata litir og rørslur gera av, hvagar leiðin gongur.
- Tað hongur ivaleyst eisini saman við, at tað er avgerandi fyri meg ikki at læsa meg fastan í ein ávísan stíl, tí vandin fyri at steðga upp listarliga er ov stórur. Mær dámar í heila tikið ikki, at heimurin verður ov lættur at spáa um. Tað skal vera pláss fyri at leypa út í, har tú ikki ánar, um tú grynnir, sigur Maria.