Tað er ikki altíð so langt millum svartastu óeydnu og ljósastu eydnu í fótbólti. Tað kunnu øll tey, sum vóru eygnavitni til landskappingardystin millum B71 og NSÍ skriva undir uppá.
Uppløgdu málmøguleikarnir vóru fáir og smáir, og sum seinna umfarið leið, so bendi alt á, at talan skuldi verða um málleysan javnleik. At fáa stig í fyrstu royndini eftir uppflytingina hevði verið at liva við hjá B71. Serliga tá ið havt verður í huga, at mótstøðuliðið var eitt liðunum, sum verður roknað millum evnini at vinna heiðursmerki.
At vunnið fulla úrtøku hevði verið framúr hjá B71. Men tað var júst hetta, sum var um reppið stutta løtu undan at vanliga leiktíðin var farin. Jónsvein Thomsen hevur gott máltev. Miðskeiðis í 2. hálvleiki varð hann skiftur inn á B71 miðvøllin. Stutt undan leikloki breyt Clayton ígjøgnum í vinstru, og Jónsvein var fyrstur á innlegginum, sum hann við høvdinum smekkaði ímóti málinum. Bólturin brast í tvørtræið og aftur í spæl.
Marginalirnir vóru við, tá ið roynt varð við stútara ímóti málinum hjá Símun Rógva Hansen. Innskifti unglingaspælarin Øssur Dalbúð royndi móti málinum, men bólturin varð blokeraður til horna. Innleggið var gott, og Óli Hansen var hægstur og drønstútaði í B71 meskarnar.
Veldugur fagnaður á gestunum, og heimamenninir stóðu sum negldir. Soleiðis er fótbóltur eisini!
Ótrygt spæl
NSÍ legði bragdliga fyri. Fyrsta lítla korterið var ferðin høg, teir funnu væl hvønn annan, og tað tóktust vera ábendingar um, at útisigurin var vísur. Men NSÍ megnaði ikki at spæla seg ígjøgnum heimaverjuna, og tað var so skjótt, at teir dovnaðu og spælið gjørdist meiri javnt.
Hjá heimaliðnum var superveteranurin Eli Hentze stýrimaður á verjukenda miðvallar plássinum. Hann hirsaði við viðspælarunum og lúrdi støðugt eftir sendingum fram til Clayton at renna eftir.
Sjúrður Jacobsen var á sentrala NSÍ miðvøllinum fyri skadda Boga Løkin, og Hjalgrím Elttør, sum saman við Jónhardi Frederiksberg var eitt sindur aftanfyri Andersson, stríddist sum úlvur á skóg bæði í álopi og verju. Í 1. hálvleiki hevði NSÍ vindin undan, men tað var trupult hjá teimum at koma í skotstøður, og Símun Rógvi Hansen í B71 málinum var tryggur.
At tað er tíðliga á árinum sást á bóltførleikanum og í tvørrandi skjótleikanum at fata støðurnar og velja mest eyðsýndu loysnirnar. Tá ið temjingarnar ikki eru tryggar, og loysnirnar ikki eru tær mest eyðsýndu, so er torført at halda bóltin í egnum raði. Eftir tvær, tríggjar og kanska fýra sendingar miseydnaðist tað ofta, og tískil gekk nógv fyri seg millum brotsteigarnar og við nógvum vendingum og fáum málmøguleikum.
Men NSÍ kendi sína vitjunartíð, tá ið hon so at siga var liðug. Eftir stútaran hjá Óla varð bólturin givin upp, og so bríkslaði Ransin Djurhuus fyri síðstu ferð!
B71 2 bóltar
NSÍ 2 bóltar