Sum ein partur av heiminum hava eisini vit altjóða skyldur.
Tað gjørdi Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis og útlendingamálum, greitt, í hoyring hjá ST í Geneve.
Í framløgu síni legði Poul Michelsen dent á, at Føroyar eru framsóknar, hvat mannarættindum viðvíkur.
Uttanríkisráðið sigur í fráboðan í morgum, at hann gjørdi somuleiðis greitt, at hann er púra sannførdur um, at Føroyar eiga at taka sín part av ábyrgdini fyri ringastu flóttafólkakreppu síðani seinna heimsbardaga.
Hann vísti á at samráðingar eru við at verða tiknar upp við Danmark um at Føroyar skulu yvirtaka útlendingamál og marknaðeftirlit.
- Okkara mál er at hava fulla ábyrgd av hesum økjum í næstu framtíð, soleiðis at vit verða før fyri at gera okkara part fyri at hjálpa, og taka ímóti flóttafólki, fekk ST at vita frá Poul Michelsen.
Hann vísti eisini á, at seinastu árini eru tiltøk framd at stimbra javnstøðu í politikki og nú síggjast úrslitini, tí nógv fleiri kvinnur eru í politikki nú, enn fyri nøkrum árum síðani.
Hann greiddi eisini frá, at uppskot at broyta hjúnabandslógina, so at samkynd kunnu giftast, verður viðgjørt í Løgtinginum í løtuni.
Hann sigur, at annars hava londini í Mannarættindaráðnum hjá ST, mælt Føroyum til:
- at dagføra revsilógina, soleiðis at parturin um revsing fyri neyðtøku er tíðarhóskandi
- at hjúnabandslógin verður dagførd, soleiðis at samkynd kunnu ganga saman í hjúnarlag
- at ein óheftur Mannarættindastovnur verður settur á stovn í Føroyum
Landsstýrismaðurin sigur, at nú skal støða takast til tilmælini, og svarið verður latið, tá ið Mannarættindaráðið hittist aftur í juni.