Forsetin í Brasil missir stuðul

Brasilski forsetin, Dilma Rousseff (myndin), hevur støðugt mist undirtøku millum veljararnar, síðani umfatandi mótmælini í landinum byrjaðu fyri meira enn tveimum vikum síðani.

Meðan 57 prosent av teimum spurdu í eini meiningakanning 6. og 7. juni svaraðu, at tey hildu Rousseff gera eitt gott arbeiði, svara í dag bara 30 prosent tað sama, vísir ein nýggj kanning frá Datafolha.

Prosentparturin, sum heldur stjórnina í Brasil gera eitt vánaligt ella beinleiðis ússaligt arbeiði, er vaksin úr níggju upp í 25 prosent.

Í mars mánaði hildu 65 prosent av veljarunum í Brasil, at forsetin gjørdi eitt gott arbeiði, so her er av sonnum talan um stórliga fallandi undirtøku.