Simone Ghagbo, fyrrverandi forsetafrúa í Fílabeinsstrondini, skal nú fyri altjóða revsidómstólin í Haag, har hon er ákærd fyri at hava ábyrgdina av drápi, neyðtøkum og øðrum kynsligum ágangi. Tað skrivar tíðindastovan AP, sum eisini veit at siga, at hon er tann fyrsta kvinnan, sum kemur fyri dómstólin.
Fyri tveimum árum síðani tapti maður hennara, Laurent Ghagbo, forsetavalið, men hann sýtti fyri at fara frá og sendi ístaðin fyri vápnaðar bólkar eftir sínum mótstøðumonnum. Hesir fóru harðliga fram við drápi, neyðtøkum og øðrum ágangi, og tá andstøðan loksins fekk valdið eitt hálvt ár seinni, høvdu 3.000 fólk latið lív.
Tann 63 ára gamla Simone Ghagbo (myndin) er framvegis í Fílabeinsstrondini. Dómstólurin í Haag hevur kravt at fáa hana útflýggjaða haðani, men higartil hevur tað nýggja stýrið har sagt, at tað ætlar, at hon skal rættarsøkjast í heimlandinum.
Verður Simone Ghagbo send til Haag, verður hon aftur saman við manninum, Laurent, sum situr í varðhaldi hjá revsidómstólinum. AP skrivar, at tað verður eitt sjáldsamt rættarmál, um Ghagbo-hjúnini koma fyri rættin í Haag.