Fornminni og náttúra í Nes kommunu

Nú Eystanstevna er, og fólk fara at leita sær út um í góðveðrinum, bjóðar Bygdasavnið í Nes kommunu áhugaðum at vitja í gamla prestagarði á Nesi Gamli prestagarðurin liggur í sera vøkrum og søguríkum umhvørvi saman við Nes kirkju og støðni á Neshamri. Á savninum eru eitt nú myndir av øllum prestunum síðan 1863, sjatollið hjá Mariu Rønning, klaverið hjá tónaskaldinum Hans Jacobi Højgaard og skrivipulturin hjá Fríðrikki Petersen.

Í nøkur ár hevur Bygdasavnið í Nes kommunu latið prestagarðin upp fyri almenninginum ? frá fyrst í juni og til endan av august.

Soleiðis er eisini í ár. Opið er bæði sunnudag (15-18) og týsdag (16-19). Eisini kann prestagarðurin vitjast eftir avtalu.

Fornminnisfelagið hevur til uppgávu at vekja ans fyri forminnum, bygningum og umhvørvi, og spakuliga hava vit bygt upp eitt rættiliga stórt bygdasavnsvirksemi við framsýningum, upplýsandi fundum og varðveiting av lutum og søguligum støðum í nærumhvørvinum.

- Náttúran í kommununi er vøkur og verd eina vitjan. Økið eystureftir, har myllurnar standa og økið kring Toftavatn, eru náttúruvøkur øki, sum eru lætt atkomilig, sigur Bygdasavnið í Nes kommunu, nú Eystanstevna er.

Savnið bjóðar øllum áhugaðum at vitja fornminni og náttúru í kommununi.