Forkelið hendur og føtur

Lív og Rigmor hava verið til hond- og fótarøkt í vakurleikastovuni, Røktan, hjá Elsu í Garði í Havn. Elsa eigur salongina, men hevur onkur fólk afturat sær, millum annað Súsonnu Hansen, sum ger negl og hendur. Í dag hava vit fingið tíð til fótarøkt til Lív og Rigmor skal hava eftirgjørdar negl á hendurnar.
Bæði Elsa og Súsanna eru útbúnar kosmetologar. Harumframt er Elsa útlærd sjúkrasystir og Súsanna hevur tikið eitt skeið í at seta negl á. Tær siga, at tað gerst alt meira vanligt, at fólk brúka pening, tíð og orku uppá vakurleika og vælveru. Og talan er als ikki bert um kvinnur, men eisini dreingir og menn vitja javnan í vakurleikastovuni. Harumframt eru nógvir tannáringar og eldri fólk millum kundarnar.

Føtur

FAKTA
Ein viðgerð við fótarøkt kostar 275 krónur hjá Røktini í Havn. Um tú hevur líktorn, kostar tað 50 krónur eyka fyri hvørt.


Góð heimaráð frá kosmetologinum, Elsu í Garði.
Neglirnar skulu ikki klippast runt, men tvørturum. Tær skulu ikki klippast ov stuttar. Um tú følir toppin á neglini, tá tú trýstir við einum fingri á fremsta partin á tánni, eru neglirnar góðar.

Serliga hava vit lyndi til at klippa neglina á stórutá runt, tí tað hvíta á henni tykist at vera so stórt. Men tað er umráðandi ikki at klippa runt, tí tá er vandi fyri, at neglirnar vaksa niður í húðina.

Vit gloyma ofta at hjúkla um føturnar, tí í Føroyum síggjast tær ikki líka ofta sum uttanlands. Men føturnar hava stóran týdning fyri okkara vælveru, so fáið javnan føturnar gjørdar.

Neglalakk á tærnum skal torna í minst 20 minuttir.

Smyrjið føturnar minst eina ferð um dagin við kremi. Ikki er neyðugt at nýta ov feitt krem. Og minst til ikki at smyrja millum tærnar. Har er sum oftast vátligt, kremið tornar seint og vit kunnu fáa svamp.

Fólk, sum hava diabetes, skulu javnan ganga til fótarøkt.


Sitat:
At spæla fótbólt fer ofta illa við fótunum. Tað átti at staðið í sáttmálanum hjá einum fótbóltsspælara, at hann skuldi koma til fótarøkt minst eina ferð um mánaðin.
- Elsa M. í Garði, kosmetologur


Nógv kitlast illa undir ilini. Tá er gott at halda fast um halin, tá føturnar skulu snøggast við fíl.
Elsa Maria í Garði, kosmetologur


Ein sera vælumtókt gáva til teirra, sum eiga alt, er eitt gávubræv til fótarøkt. Tá fólk fyrst hava roynt tað einaferð, koma tey aftur og aftur, tí tað er so lekkurt.
- Súsanna Hansen, kosmetologur


Myndafrásøgn:
Fyrst koyrdi Elsa gamal naglalakk av tærnum og bloytti føturnar eina løtu í sápuvatni.

Síðan vórðu neglirnar kliptar, reinsaðar og fílaðar. Somuleiðis vórðu neglabondini trýst niður.

Meðan naglalakkið tornaði, fílaði Elsa turra og deyða húð av fótunum:
- Eg fíli altíð føturnar, tá tær eru turrar. Um tær eru vátar, fer deyða húðin ikki líka lætt av, sigur Elsa.

At enda vórðu føturnar smurdar við tunnum kremi og fingu eina umfatandi massasju.



Hendur

FAKTA:
Eftirgjørdar negl við franskari manicure kostar 550 krónur hjá Røktini í Havn. Um ein negl dettur av, kostar tað 55 krónur at seta nýggja á. Rátt verður til at fylla í niðri við neglabandið eftir tvær vikur og tað kostar 35 krónur fyri hvørja negl.


Kosmetologurin sigur:

Brúkið hondkrem fleiri ferðir dagliga. Bæði hendur og negl verða nógv penari av tí. Og tað er nógv behagiligari at taka í eina mjúka hond enn í eina turra.

Eftirgjørdar negl eru perfektar hjá teimum, sum bíta negl. Tínar egnu negl sleppa at vaksa út, og tú fært ikki bitið í tær eftirgjørdu, tí tær eru av hørðum plasti. Og tær kunnu setast á, hóast nærum einki er eftir av tínari egnu negl. Tær verða kliptar til, so tað ikki sæst, at tær eru eftirgjørdar. Síðani skal tú koma aftur á klinikkina javnan at fáa fylt uppí niðri við neglabandið, tí har verður eitt glopp, so hvørt sum neglin veksur út.

Eisini dreingir og mannfólk, sum bíta negl, fáa sett negl á.

Hjá einari brúður er tað næstan eitt must, at neglirnar eru vakrar.

Tú kanst smyrja neglalakk á eftirgjørdu neglirnar, men tú mást endiliga ikki taka tað av við neglalakksfjernara við acetone, tí so upploysir tú eftirgjørdu neglirnar.

Tú kanst taka neglirnar av við acetone. Ella tú kanst fara aftur á klinikkina og fáa tey at hjálpa tær.




Eg geri alt við mínum eftirgjørdu neglum. Rokist við havaarbeiði og vaski upp. Tær halda til nógv meira enn mann heldur. Og so havi eg altíð vakrar negl.
- Elsa M. í Garði, kosmetologur


Hetta er heilt sikkurt ein mentan, sum vindur uppá seg. Í Íslandi og í USA er tað vanligt, at fólk gera hendur, negl og andlit einaferð um mánaðin.
- Súsanna Hansen, kosmetologur


Nógv eru bangin fyri, at tað skal síggja ov falskt út. Men tað er flott, tá tær eru eitt sindur langar.
- Súsanna Hansen, kosmetologur



Myndafrásøgn:
Fyrst klippir, fílar og reinsar Súsanna neglirnar hjá mær, so allar eru javnt stuttar og snøggar. Síðani trýstir hon neglabondini aftur.

Áðrenn hon sprittar tær endaliga av, fílar hon feittlagið omaná burtur, so neglirnar verða heilt mattar.

Síðani límar hon neglirnar á. Tað er bara úti á endanum, at tann hvíti parturin situr.

Og hon klippir neglirnar til og fílar tær javnar.

At enda verða tríggjar ymiskar veskur smurdar á, eins og neglalakk. Tær skulu stadna ímillum hvørja aðra, og til tað verður hondin løgd inn í ein lítlan kassa við ultraviolettum strálum í tveir minuttir hvørja ferð. Ein av veskunum er ein klárur modelmassi, sum javnar yvirgangin millum hvíta partin og mína egnu negl.

Hálvur annar tími er farin, og eg eri til reiðar at fara í veitslu  ella kanska skal eg bara gerast ein sovorðin altíð-langar-negl-typa?