Ford Transit Connect og Tourneo Connect

Ford eru komnir á marknaðin við einum heilt nýggjum bili, ið verður gjørdur í tveimum útgávum. Talan verður um vørubilin Transit Connect og persónbilin Tourneo Connect

Magnus Gunnarsson

Bilarnir verða gjørdir á eini Ford verksmiðju í Turkalandi. Transit Connect er ein rúmligur vørubilur. Vørurúmið er so stórt at pláss er fyri tveimum Euro-plattum. Bilurin verður gjørdur í eini styttri og eini longri útgávu. Totalvektin í longru útgávuni er 2,3 tons. Í standard útgávuni er bert ein dragihurð høgrumegin, men bilurin fæst við dragihurðum á báðum síðum, soleiðis at vørurúmið er lætt at koma til og arbeiðsvinarligt. Transit Connect bleiv valdur til »Van of the Year 2003« í Evropa.
Tourneo Connect
Persónbilurin Tourneo Connect er ein rúmligur 5 persónabilur við stórum viðførisrúmi. 1.8 litur TDCi dieselmotorurin hevur 90 hk. Bilurin fæst eisini við bensinmotori. FDM hava royndarkoyrt bilarnar, og lata teir væl at koyrieginleikunum og bilunum annars. Sum í øllum nýggjum MPV bilum er nokk av hyllum og skuffum til at leggja lutir frá sær. Hóast Transit Connect er vørubilurin burturav, er Tourneo Connect lættur at gera um til vørubil, tað kann gerast við at leggja baksetrini niður ella at taka tey úr bilinum.
Ford Tourneo Connect TDCi kostar 249.000 krónur. Vørubilurin, Ford Transit Connect fer at kosta umleið 150.000 krónur.