Fiesta verður í allar mátar ein størri bilur, bæði longri, breiðari og hægri. Í fyrstu atløgu kemur einans útgávan við 5 hurðum á marknaðin, men væntandi kemur hann eisini við 3 hurðum í 2003. Framyvir verða eisini aðrar útgávur bygdar yvir Fiesta plattformin. Prísirnir verða nakað hægri enn á forgangaranum, men talan er eisini um ein størri, tryggari og munandi meira komfortablan bil.
Vit frætta meira um nýggja Fiesta tá teir fyrstu bilarnir koma higar til lands.