Forboðið at tosa um etisk mál í fýra ár

SAMGONGA Tey etisku málini skulu parkerast alt valskeiðið. Tað vóru greiðu boðini frá løgmanni, sigur Poul Michelsen í Framsókn

- Ongi etisk mál skulu á politisku skránna hetta valskeiðið.
Hetta vóru tey greiðu boðini frá løgmanni, staðfestir Poul Michelsen, formaður í Framsókn, sum tók seg burtur úr samgongusamráðingunum í gjár.
Hetta vil Framsókn ikki góðtaka, tí flokkurin metir, at tey etisku málini hava líka góðan rætt at verða tikin upp og viðgjørd sum øll onnur mál.
Etiskir spurningar eru eisini partur í so nógvum øðrum spurningum, bæði rættargangslóg, revsilóg os.fr.
- Skulu etisk mál blokerast fyri eitt heilt valskeið, kann tað forða fyri tillagingum á so mongum øðrum økjum.
- Skal tað kanska heldur ikki bera til at skifta úthurðina í Rúsuni, spyr hann, fyri at nevna eitt dømi.
Framsókn vildi hava hesar spurningar avgreiddar í samgongusamráðingum, heldur enn at hava teir liggjandi sum eina tikkandi bumbu undir samgonguni alt valskeiðið.
Poul Michelsen leggur dent á, at tað eru ongin ávís etisk mál, sum Framsókn vil hava á skrá.
Hann leggur eisini dent á, at í etiskum málum kunnu tinglimir atkvøða eftir egnu sannføring.
Tað hevur ikki eydnast at fáa orð á løgmann og formannin í Fólkaflokkinum, men aðrar keldur í samráðingunum staðfesta, at tað eru so stórar, búskaparligar avbjóðingar fyri framman, at samgongan er rætt og slætt ikki sinnað at brúka tíð upp á etisk mál, sum eru avbera orku- og tíðarkrevjandi.
Hinvegin vil Framsókn heldur ikki góðtaka at danska ríkisveitingin verður tiðnað aftur, so at hon hækkar.
Men tað skilst, at tann spurningin er Fólkaflokkurin sinnaður at viðgera, hóast flokkurin higartil avgjørdur hevur víst tað frá sær.
- Vit hava fingið at vita, at Fólkaflokkurin er sinnaður at viðgera spurningin um at tiðna blokkin og at tað verður við í samráðingunum, men tað vil Framsókn ikki, sigur Poul Michelsen.
- Fólkaflokkurin er farin til samráðingar við opnum sinni og vil viðgera allar spurningar, eisini ríkisveitingina, men tað er als ongin avgerð tikin, siga fólk, sum standa samráðingunum nær.