Forboð at ganga og skriva sms samstundis

Løgreglan í New Jersey kann nú geva bøtur til fólk sum ganga á gøtuni og skriva sms samstundis. Bótin er uppá 85 dollarar, svarandi til slakar 500 føroyskar krónur.

- Hetta órógvar sera nógv, tí tey gangandi fylgja ikki við í tí sum hendir rundan um tey, greiðir løgtregluovastin, Thomas Ripoli frá við miðlarnar.

Orsøkin til hetta forboðið er, at lítli býurin við sínum 35.000 íbúgvum, hevur upplivað tríggjar deyðsvanlukkur seinasta árið við fólki sum skrivaðu sms, meðan tey gingu.

Vónir verða nú settar til, at borgararnir fara at vísa størri varsemi. Men tað eru kortini ikki øll, ið eru av somu hugsan:

- Eg líti meg altíð íkring tá eg gangi. Eg gangi ikki runt og bara hyggi í mína fartelefon, sigur ein íbúgvi, Sue Chloe. Onnur ilskast inn á høgu bøturnar.

Átakið byrjaði í mars mánaði, við at myndugleikarnir sendu út faldarar og annað kunnandi tilfar um broytingina.

Higartil eru falnar omanfyri 120 bøtur.