Í summar fara politikarar at tosa saman í eini roynd at semjast um eitt uppskot, sum skal banna nektardansi, ella striptease, í Føroyum. Tað er úrslitið av uppskotinum, sum Miðflokkurin legði fyri Løgtingið nakað síðani.
Tá ið uppskotið var til viðgerðar hósdagin, kom týðiliga fram, at nógvir politikarar úr taka undir við at banna nektardansi.
Men Miðflokkurin ætlaði at banna nektardansi umvegis rúsdrekkalógina soleiðis, at tað skuldi vera bannað hjá skeinkistøðum at skipa fyri nektardansi.
Men vanliga hugsanin í Løgtinginum var, at hetta hoyrir ikki heima í rúsdrekkalógini, men skal nektardansur bannast, skal tað gerast í eini serligari lóg.
Og fleiri politikarar eru sinnaðir at seta seg saman at snikka eitt líkt lógaruppskot fram.
Jóannes Eidesgaard, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, helt, at tað er rætt at fara meiri grundleggjandi til verka og at eitt slíkt lógaruppskot eigur eisini at umfata aðrar umstøður, har fólk verða misbrúkt.
- Ein partur av hesi lógini skal vera, at tað skal vera banna at misbrúka fíggjarliga veik fólk til egnan fyrimun á øllum økjum.
Hann vísti á, at dømi hava verið um, at útlendsk arbeiðsmegi er fingin til Føroya, her hon hevur arbeitt fyri undirløn.
Hann heitti tí á politikarar um eisini at taka sosiala dumping við í viðgerðina, so at lógin eisini fer at áseta, at tað skal verða ólógligt at útnytta arbeiðsmegi til egnan fíggjarligan fyrimun.
-Tað hevði givið slíkum lógararbeiði meiri tyngd, helt hann.
Jenis av Rana gjørdi tískil av at taka uppskotið aftur við tí fyri eyga, at fleiri politikarar seta seg saman í summar at smíða eina lóg, sum semja kann fáast um í Løgtinginum.
Hann heldur, at eru tað umboð úr fleiri flokkum, sum seta eitt slíkt uppskot fram, hevði tað staðið sterkari.
Og hann staðfestir eisini, at hann miðjar eftir, at eitt nýtt uppskot skal verða klárt at leggja fyri Løgtingið á Ólavsøku.