Stjórin í Fonn Flog, Sakaris Frederiksen, heldur, at fólk, sum enn ikki hava bílagt sær uttanlandsferð, kanska eru í einari ávísari bíðistøðu. Hinvegin hevur hann varhugan av, at tey allar flestu, sum hava bílagt sær uttanlandsferð, fara avstað sum ætlað.
- Onkrar einstakar avlýsingar eru komnar, men hetta er eitt lítið tal. Í onkrum føri er talan kanska um, at tiltøk, tey ætlaðu sær at luttaka á, eru avlýst.
Sakaris Frederiksen heldur ikki, at føroyingar eru spesielt bangnir fyri at ferðast, tó at fólk tíbetur taka støðuna við corona-virusi í álvara.
Stjórin í Fonn Flog vísir á, at ferðaskrivstovan heldur seg til almennu leiðreglurnar og til tilmælini hjá danska uttanríkisráðnum, tá tey selja sínar ferðir út í heim.
Spurdur, um tað kann hugsast, at ferðaskrivstovan fer at selja ferðirnar bíligari í summar, nú corona-virus ger um seg, sigur Sakaris Frederiksen, at tað dugir hann einki at siga um í løtuni.
- Nei, tað veit eg ikki, men skuldi tað hent, so verður tað hin ferðandi, sum fær ágóðan av tí, leggur stjórin í Fonn Flog aftrat.