Ein maður hevur nú fingið 80 daga fongulsrevsing fyri at hava stungið ein annan mann við knívi.
Maðurin varð ákærdur fyri harðskap av serliga grovum og vandamiklum slagi og fyri hóttanir í mars í ár.
Samtundis stakk hann mannin einaferð í ryggin við einum felliknívi og sárið, stungni maðurin fekk, var átta millimetrar langt, tveir millimetrar breitt og tveir millimetrar djúpt.
Hann er áður dømdur fyri at hótta fólk, og fyri tað varð hann dømdur at sita í 40 dagar.
Maðurin viðurkendi at hava stungið hin, men ætlanin var ikki at raka hann í ryggin, men í lendarnar.
Rúsdrekka var uppi í og rætturin er komin til ta niðurstøðu, at hann eigur at hava vitað, at hann kundi raka mannin í ryggin. Tí varð maðurin dømdur fyri grovan harðskap og í dóminum hevur rætturin lagt dent á, hvussu vandamikil harðskapurin var, men dentur er samstundis lagdur á, at skaðin var avmarkaður.
Tískil varð maðurin dømdur at sita í 80 dagar, umframt at hald varð lagt á felliknívin.