Fyrrapartin í gjár var fundur millum umboð fyri Sambandsflokkin og Fólkaflokkin, og sum skilst á Anfinni Kallsberg, formanni Fólkafloksins, er einki meiri komið á borðið uttan tað, at Fólkaflokkurin vil hava Edmund Joensen at leggja frá sær, so tingformaðurin kann koma uppí.
? Valið hevur víst at Kristiligi Fólkaflokkurin og Verkamannafylkingin ikki eru umboðað í tinginum meiri, so parlametarisk grundarlag er ikki fyri verandi samgongu, vísir Anfinn Kallsberg á.
Spurdur um valið ikki eisini vísti, at veljarin ynskir ein meiri sjálvstýrissinnaðan politikk, sigur Anfinn Kallsberg, at Fólkaflokkurin hevur ikki útilokað nøkrum møguleika, tá hugsað verður um samgongusamráðingar, og vit fara tí sjálvandi at leggja dent á at fáa sum mest burturúr.
Sum mest burturúr
Út frá hesum meiri varligu úttalilsum frá formanni Fólkafloksins, er greitt, at Fólkaflokkurin vil hava í fyrstu syftu Edmund Joensen at leggja frá sær, og tá tað so er komið hartil, at løgtingsformaðurin skal finna samráðingarleiðara, at tryggja sær at tað verður Anfinn Kallsberg.
Hvørja leið Anfinn Kallsberg tá velur at fara er hann ikki sinnaður at viðmerkja, tá hann sigur seg ikki útilokað nakran flokk, men tað er einki at ivast í, at vit fáa eina meiri sjálvstýrissinnaða stjórn nú enn vit hava havt.
Kravdi løgmann
Um tað verður við Fólkaflokkinum, Tjóðveldisflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum, er ilt at meta um nú, men tað hevur eisini verið frammi at taka Miðflokkin við og sleppa Sjálvstýrisflokkinum.
Sum skilst hevur Sjálvstýrisflokkurin sett sera skemtilig ynski fram í tosinum sum hevur verið millum flokkarnar, og hevur kravt at fingið løgmann ella tveir landsstýrismenn og landsstýrismannatalið upp á 7. Hvørt hetta er satt ella ikki, hevur blaðið ikki fingið váttað frá Sjálvstýrisflokkinum.
Tá vit høvdu Anfinn Kallsberg í telefonini visti hann ikki at siga, nær flokkarnir fara at tosa saman aftur.










