Fólkaflokkurin stóri taparin í nýggjari veljarakanning

Um val var í dag, høvdu somu flokkar fingið umboð úr Føroyum á Fólkating

 

Javnaðarflokkurin stendur til stóra framgongd, og Sambandsflokkurin stendur til stóra afturgongd. Men flokkarnir verða afturvaldir á Fólkating

 

Tað vísir veljarakanning, sum spyr.fo hevur gjørt fyri portal.fo.

 

Sambært hesi kanning fær Javnaðarflokkurin 31,5 prosent av atkvðunum Tað er ein fragongd upp á sløk 6 prosentstig. Sambandsflokkurin fær 23,7 prosent, sum er ein afturgond á 4,6 prosentstig.

Hóast lítla framgongd, so kemur Tjóðveldi ikki upp um 20 prosent. Hann fekk á valinum seinast 18,6 prosent, sambært kanningini fær hann 19,1 prosent.

Fólkaflokkurin er tó stóri taparin í kanningini hjá spyr.fo fyri portal.fo. Á valinum seinast fekk Fólkaflokkurin 23,8 prosent. Í kanningini fær hann bara 16,5 prosent, sum er ein afturgongd upp á 7,3 prosentstig.

Av teimum smáu klárar Framsókn seg frægast. Hann fær 5,3 prosent ímóti 2,5 seinast. Miðflokkurin fær í kanningini 3,9 prosent. Hann stillaði ikki upp seinast. Sjálvstýri stillar ikki upp hesaferð. Tey fingu 1,3 prosent seinast.