Hóast Sambandsflokkurin í 98 ár royndi at fáa mann valdan í Sandoyar valdømi, so miseydnaðist tað hvørja ferð – á ikki færri enn 30 løgtingsvalum á rað. Men í dag fær flokkurin umsíðir fyrsta sandoyingin í tingbólkin,
Sum takk fyri seinast kann Sambandsflokkurin í dag biða tingfólkini hjá Fólkaflokkinum flyta seg eina rekkju aftureftir í tingsalinum, tá løgtingsfundur verður settur klokkan 11 í morgun.
Tá Janus Rein í heyst fór upp í Fólkaflokkin, gjørdist Fólkaflokkurin størsti flokkur á tingi við níggju tingfólkum, hóast Sambandsflokkurin hevði fleiri atkvøður. Og tá størsti flokkur situr fremst – beint aftan fyri landsstýrisfólkini, so máttu sambandsfólkini víkja sæti.
Men nú Gerhard Lognberg er vorðin partur av Sambandsflokkinum, so sleppur Sambandsflokkurin aftur fram um Fólkaflokkin í tingsalinum, tí nú er Sambandsflokkurin líka stórur sum Fólkaflokkurin í tingmannatali – og 289 atkvøður og 2,2 prosent størri í atkvøðum.
Tað er fyrstu ferð í søguni, at Sambandsflokkurin hevur fólkavalt umboð úr Sandoynni. Tað eydnaðist ongantíð flokkinum at fáa tingmann valdan í oynni, hóast flokkurin hevur stillað upp í 98 ár á 30 løgtingsvalum í Sandoyar valdømi. Í 2008 var fyrsta valið, har alt landið varð eitt valdømi – og nú, tvey val seinni – hevur Sambandsflokkurin fyri fyrstu ferð í 108 ára longu søgu síni fingið ein tingmann úr Sandoynni – tó at hann er valdur fyri Javnaðarflokkin.
Sambandsflokkurin hevur nú 9 tingfólk. Seinast hann hevði 9 tingfólk var á valinum í 1918. Tað mesta flokkurin hevur havt er 13 tingmenn. Tað hevði flokkurin á valinum í 1910 og í 1912 og í 1924. Í 1932 hevði flokkurin 11 tingfólk. Men síðani tá er talið ongantíð farið upp um 8 – fyrr enn í dag.