- Føroyskur politikkur er blivin er øguligur hurlivasi.
Tað heldur Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi løgtingsmaður, landsstýrismaður og løgmaður í tilsamans eitt mannaminni.
Nú, hann hevur leiklutin sum politiskur eygleiðari, var hann eisini á fólkafundi í Klaksvík um vikuskiftið, har hann segði sína hugsan um føroyskan politikk.
Hann heldur, at tað er týðiligt, at politiska rákið er til høgru og at tað, sum eyðkennur hetta valskeiðið, er, at Fólkaflokkurin hevur fingið fullkomiliga fríar ræsur.
- Tað sóu vit í fimtiárunum og eitt stutt skifti í áttatiárunum, men tað hevur ongantíð verið so týðiligt, sum nú, sigur Jóannes Eidesgaard.
- Fólkaflokkurin hevur jarðlagt Sambandsflokkin og tað politisku sjálvverjuna, Sambandsflokkurin átti at havt, og sostatt hevur hann fingið fullkomiliga fríar ræsur at føra liberalistiskan politikk.
- Eftir valið verður eitt upptak hjá øðrum flokkum at rætta kósina aftur, sigur Jóannes Eidesgaard.
Hann mælir enn einferð til, at politiskir flokkar frammanundan einum vali taka seg saman ein blokk og boða veljarunum frá, at vinna teir valið fara teir í samgongu at føra ein ávísan politikk.
- Tá hevði veljarin vitað, hvønn politikk, hann fær, tá ið hann atkvøður fyri einum ávísum flokki. Tað hevur hann ikki ánilsi fyri í dag, tí samgongur verða skipaður tvørtur um allar flokkar.
Hann heldur, at tað ger politisku skipanina óstøðuga, at alskyns flokkar tvørtur um miðjuna, ganga saman í samstarv, tí tá noyðast teir at seta politiskar hugsjónir meir ella minni til viks.
Hann heldur, at eitt dømi um hetta er, hvussu tórført tað er at finna semjur á ymsum økjum, eitt nú á eldraøkinum.