Fólk hava sitið føst í kavanum í alla nátt

Fleiri bilar við fólki í eru grivin leys í morgun

Savnsmynd

Tað er rættiliga nógvur kavi lagstur í gjárkvøldið og í nátt og tað er komið óvart á fleiri bilførarar. Árni Jacobsen, økisleiðari hjá Landsverki í Norðurøkinum, sigur, at fleiri bilar, sum fóru ímillum bygdir í gjárkvøldið, hava staðið fastir í alla nátt.

 

Í hesum sambandi sigur hann, at fýra bilar stóðu fastir eystan fyri Norðskálatunnilin. Tað eydnaðist fólki at sleppa úr tveimum av bilunum, so teir vóru tómir. Men í hinum báðum bilunum hava fólk sitið í alla nátt. Eisini á Fuglafjarðarvegnum hava bilar, við fólki í, staðið fastir í fleiri tímar í nátt. Somuleiðis hava bilar rent seg fastar á Haldóravíkavegnum, har tað eisini er nógvur kavi.

 

Árni Jacobsen sigur, at teir fara at grava klokkan seks á morgni, so bilarnir vóru allir leysir stutt eftir tað. Fólkini, sum vóru í teimum, hava havt eina langa nátt, men annars høvdu tey tað øll gott. Løgreglan hevur samband við tey í nátt fyri at tryggja sær, at tey ikki vóru í neyð upp á nakran máta.

 

– Vit hava havt rættiliga nógv at gera í morgun, sigur økisleiðarin. Hann sigur, at tey kunnu ikki fara undir at grava fyrr enn klokkan seks. Menninir, sum grava, hava ógvuliga langar dagar og teir mugu eisini sleppa at hvíla seg í nakrar tímar inn ímillum. So tá ið eingin neyðstøða var, hildu teir seg til ætlanina og fóru at grava klokkan seks.

 

Hann sigur, at tað eru framvegis sera vánalig koyrilíkindi fleiri staðni og summastaðni er tað ikki koyrandi. Tað hevur ikki verið koyrandi til Elduvíkar og til Skæling, men nú sær frægari út har.

 

Árni Jacobsen sigurm, at tað er hált og glerstoytt um alt landið og beint nú er ikki koyrandi á Gjáarvegnum, á Oyggjarvegnum og til Norðadals. Tað eru eisini vánalig koyrilíkindi, frá við Streymin og norð til Tjørnuvíkar.

 

Hann sigur, at hann sigur frá nógvum kulda, og nakað av kava hesar næstu dagarnar, so tey hava allar menn, og allar maskinur tøkar, tí hann ivast ikki í, at tað verður nógv at gera hesar næstu dagarnar.

 

Savnsmynd