Fokus á økisbundið samstarv í Norðuratlantshavi

Í sambandi við Norðuratlantshavsráðstevnuna, sum í síðstu viku varð hildin í Hetlandi, hevur Siv Friðleifsdóttir, sum er umhvørvisráðharri í Íslandi, sent Sosialinum hesa greinina. Hon er eisini íslendskur ráðharri í norðurlandamálum

Síðsta fríggjadag endaði Norður-Atlantshafsráðstevnan í Hetlandi. Ráðstevnan er onnur av sínum slag, sum hevur verið hildin. Tey sum hava áhuga fyri ráðstevnuni kunnu síggja myndir og tekstir í dagbókini hjá mær á www.siv.is dagarnar 1-3- okt.
Á ráðstevnuni hittust fulltrúar hjá londum og økjum, ið liggja við Norður-Altanshavið, til at umrøða umhvørvismál og sjálvberandi nýslu av fiskastovnum.
Nýtsla av fiskaúrdráttum er týdningarmikil
Íslendingar, føroyringar, grønlendingar, norðmenn, hetlendingar, orkneybúgv-ar, og íbúgvar Nýfundlands og Labrador í Canada eiga nógv virði at ansa eftir og mugu tí áhaldandi halda norður-atlanshavið reint, tí íbúgvar í hesum økjum byggja sítt lívsverk á nýstlu av fiskaúrdráttum.
Í 1999 var ráðstevna hild-in í Íslandi um felagsmál hjá økjum við Norðuratlantshavið. Har varð avgjørt, at tann fyrista Norðuratlantshafsráðstevna skuldi haldast í Tórshavn, Føroyum, um umhøvrvi havsins og havsins nýtarar árið 2001. Ráðstevnan í Tórshavn eydnaðist sera væl og var føroyingum til miklan sóma.
Næsta ráðstevnan var hildin í Hetlandi, meðan tann triðja verður í Noreg í 2005.
Økisbundið samstarv til at verja havið
Á fundi sameindu tjóðanna um berandi menning í Jóhannesborg síðsta heyst, har sum eg hevði millum annað gott samstarv við Eyðun Elttør umhvørvisráðharra Føroya, løgdu øll heimsins lond dent á, at stórur tørvur var á økisbundnum samstarvi til at verja reinleikan í verðinshøvunum. Norðuratlantshavsráðstevnan er akkurát slíkt týdningarmikið økisbundið samstarv.
Á Jóhannesarborgarfundinum samtyktu heimsins tjóðir tey høgu mál, at allir havsins nýtslustovnar í verðini skulu verða nýttir á sjálvberandi hátt fyri árið 2015, og at stovnanir vóru nýttir við sonevndari vistfrøðiligari skipanar fyri 2010. Økisbundið samstarv fer at økja um sannlíkindi fyri, at tað fer at eydnast okkum at røkka settum málsetningum og verjast teimum ymisháttaðu hóttanum sum áhaldandi herja á Norðuratlantshavið.
Norðuratlanshavið er eitt av teimum reinastu høvunum í verðini í dag. Til at verja ta støðu má arbeiðast móti teimum helstu hóttan-unum sum tildømis veðurlagsbroytingum sum hava árin á havstreymarnar, óniðurbrótilig lívrunnin evni, sum ávirka heilsuna hjá menniskjum og djórum, tungmetallir sum t.d. kyksilvurs dálking, oljudálking og dálking frá geislavirknum burturkasti t.d. frá Sellafield.
Mál eru rokkin
Nøkur mál hava verið rokkin viðvíkjandi vernd av havinum við okkara felags stríði. Kyoto-sáttmálin er komin langt við at koma í gildi, og størri áherðsla er løgd á at brúka endurnýtiligar orkukeldur og serliga minkan av útláti av vaktarhúsgassum. Fyri stuttum var altjóðasáttmáli undirskrivaður móti brúki og útlát av 12 óniðurbrótanligum lívrunnum evnum sum PCB, DDT og díoxin.
Mátingar á kyksilvri á norður heimspartinum hava víst vøkstur, og tann fyrsta alheims frágreiðingin um kyksilvurdálkan hevur sæð dagsins ljós. Framgongd er nádd í vernd móti olju ólukkum og tíðaravmarkað bann, til mars næsta ár, móti útláti av geislavirkna evninum teknesium 99 í havið frá Sellafield, meðan enska stjórnin kannar, um tað er tøknuliga sæð møguligt at fáa goymt evnið á landi.
Brúkarar vilja sunnar og reinar vørur
Alment kan sigast at lond sum hava somu virði at ansa eftir, fáa helst góð úrslit í alheims kampinum, sum umhvørvismál, við at standa saman í stríðinum.
Á Norðuratlantshavsráðstevnuni kom Høgni Hoydal, løgmála- og norrøni samstarvsráðharra Føroya, fram við tí hugskoti, at økini um Norðuratlantshavið kundu skapa eitt samstarv líknandi OPEC um síni virði, tá tað snýr seg um umhvørvi havsins og nýtslu av fiskaúrdrátti.
Hugskotið er stuttligt og er vert at taka til eftirtektar.
Sjálvt um mál eru rokkin við at verja reinleika Norðuratlanshavsins, so eru hóttaninar tey síðstu árini veruligar. Við nógv mentum økisbundnum samstarvi í stríðinum móti dálkingini í havinum, er eitt týðandi støði lagt, til at vit kunnu selja okkara reinu og sunnu fiskaúrdráttir til framtíðarinnar krevjandi brúkarar. Norðuratlantshavsráðstevnan er tí eygsæð týðandi samstarvsøki hjá økum, ið liggja við Norðuratlantshavið hervið Ísland og Føroyar.