Financial Times væntar, at danski forsætisráðharrin verður næsti aðalskrivarin í NATO -Aðalskrivarastarvið í NATO kann fara til Anders Fogh Rasmussen, skrivar tað viðurkenda blaðið í dag.
Harafturat væntar Financial Times, at Tony Blair verður ES-formaður, og at týskarin Martin Schulz og póllendingurin Jerzy Buzek fara at býta formansskapin í ES-tinginum sínamillum.
Verandi leiðarar í NATO og ES verða tó ikki settir til viks. José Manuel Barroso heldur væntandi fram sum formaður í ES-nevndini, og
NATO-aðalskrivarin, Jaap de Hoop Scheffer, verður uttanríkispolitiskur leiðari hjá ES, heldur blaðið.