Føroyskur krimifilmur verður frumsýndur

Mánakvøldið verður frumsýning í Norðurlandahúsinum

Pablo Merin, sum er ættaður úr Argentina, men býr á Argjum, hevur staðið fyri at gera filmin

Mánakvøldið klokkan 19 verður nýggi føroyski filmurin "Lost in Time" frumsýndur í Norðurlandahúsinum í Havn.

 

Søgan í filminum er, at 20 ára gamla Maria Guttesen hvarv í 1966. 50 ár seinni setur Agnas Petersen sær fyri at uppfylla dreymin hjá abba sínum – at finna útav, hvat bleiv av Mariu.

 

Pablo Merin, sum er ættaður úr Argentina, men býr á Argjum, hevur staðið fyri at gera filmin. Hann hevur áður gjørt spælifilmin "Illir Andar".

 

Fyrsta sýningin av filminum verður í Norðurlandahúsinum mánadagin. Týsdagin verður fimurin vístur í Menanarhúsinum í Fuglafirði, og hósdagin ber til at síggja filmin í Løkshøll í Runavík.

 

Ætlanin er eisini at fara uttanlands á filmsfestivalar við filminum.

 

Pablo Merin, sum er ættaður úr Argentina, men býr á Argjum, hevur staðið fyri at gera filmin