##med2##
Hátíðarhaldið er liður í vinnuferð, sum sendistovan fyriskipar, og sum landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum, Jenis av Rana, stendur á odda fyri.
Føroyska ferðalagið vitjar í Ísrael í døgunum 22. - 26. mai. Á skránni fyri vitjanina er m.a. vinnuvitjanir, framløgur um vinnulív í Ísrael og vinnutiltøk.
Á ferðini skal landsstýrismaðurin eitt nú hitta ísraelska varauttanríkisráðharran, Idan Roll, og mentamálaráðharran, Hili Trooper. Eisini vitjar landsstýrismaðurin Holocaust savnið,Yad Vashem.
Við í ferðalagnum eru umboð fyri Pelagos, Varðan, Hugskotið, Íverksetarahúsið, Bakkafrost, Nema og Klaksvíkar Kommunu.
Trýstið á pílin undir myndini og hoyrið samrøðu, sum Árni Gregersen hevði við Jenis av Rana, landsstýrismann, í tíðindunum á FM1 á middegi.