Føroyskt ferðalið snýtt fyri 25.000 krónur

Ferðaliðið skuldi gera hjálpararbeiðið í Rumenia, men ferðaseðlarnir úr Kastrup vóru falskir.

Sendingin Magasinet Penge í Danmark Radio varpar í kvøld ljós á vansarnar, ið kunnu vera við at bíleggja ferðaseðlar á netinum. Sendingin tekur útgangsstøði í eini hending við einum føroyskum ferðaliði, ið skuldi til Rumenia at gera hjálpararbeiði.


Ferðaliðið hevði keypt og goldið fyri sínar ferðaseðlar á einari netsíðu, ið bjóðar bíligar ferðaseðlar. Men tá ferðaliðið kom til Kastrup og skuldi taka leiðina víðari, vóru eingir ferðaseðlar at finna.


- Vit bíðaðu og bíðaðu. Vit vóru komin í góðari tíð og væntaðu, at vit skuldu víðari til Rumenia. Men tá vit komu til check-in, so funnu tey ikki okkara ferðaseðlar. Teir vórðu avlýstir, sigur Ragnar Sundstein við DR.dk.


Sambært DR, so vóru ferðaseðlarnir at síggja til ektaðir, men tá ferðaliðið hevði bílagt og goldið fyri ferðaseðlarnar gjøgnum heimasíðuna Cheapflighsell.com, varð peningur aldrin fluttur víðari til flogfelagið. Tískil kundu ferðaseðlarnir ikki brúkast.


Bæði føroyska ferðaliðið og journalistar hjá DR hava roynt at fingið fatur á felagnum, ið seldi ferðaseðlarnar, men uttan at tað hevur eydnast. Heimasíðan er ikki til longur og telefonin tykist at vera óvirkin.


Hóast ferðaliðið ikki fekk nakað endurgjald frá felagnum ella tryggingini, so eydnaðist tað teimum at koma víðari, aftaná at einstaklingar og feløg í Føroyum stuðlaðu teimum við teimum 85.000 krónunum, ið nýggir ferðaseðlar kostaðu.


Til ber at síggja sendingina Magasinet Penge, ið hesaferð er um føroyska ferðaliðið, á DR1 klokkan 20.55 í kvøld.