Føroyskir lærarar til Noregs at arbeiða

Í nógv hevur ein sonn útrás av føroyskum handverkarum verið til Noregs. Tað næsta verður kanska ein útrás av lærarum

Tað er ikki óhugsandi, at føroyskir lærarar í stórum tali flyta til Noregs at arbeiða.

 

Í hvussu so er, er hetta ein møguleiki, Maria V. Hansen, nevndarlimur í Lærarafelagnum, vísir á  í Skúlablaðnum.

 

Hon staðfestir, at í Noregi eru góðir møguleikar hjá lærarum at fáa arbeiði.

 

Samstundis vísir hon á, at tað knípur alvorliga hjá føroyskum lærarum at fáa starv her heima.       

 

- Í dag eru eini 60 ársverk færri í skúlunum í Føroyum í dag , enn tað vóru fyri fýra árum síðan.

 

Tað eru serliga teir nýútbúnu lærararnir sum merkja sviðan, tí fá leys størv eru at søkja, og nógvir umsøkjarar eru til hvørt starvið.

 

-
Í Danmark er støðan ikki stórt frægari, her eru meir enn 6000 ársverk færri enn tað vóru fyri fýra árum síðan, sigur Maria V. Hansen.


 

Men í Noregi eru hinvegin alt ov fáir lærarar og har eru eini 9.000 størv mannað við ólærdum lærarum.

 

- Lønin í Noregi er góð, skattaprosentið er lágt, og kostnaðarstigið á matvørum, húsaleigu og øðrum,  er ikki hægri enn í Føroyum.


 

- Lærarar eru ein eftirspurd vøra í Noregi eins og elektrikarar, sjúkrasystrar, sveisarar og fyri ikki at gloyma teir, ið sigla við skipum. 


 

Samstundis hava Norðurlond samstarvsavtalu, har tey góðtaka læraraútbúgvingarnar hjá hvør øðrum.

 

- Lærarar við føroyskum prógvum eru góðkendir á jøvnum føti við norskar lærarar. Einasta treytin er, at lærarin dugir norskt, um ikki beinanvegin, so áðrenn tvey ár eru farin.

Maria V. Hansen helsur, at føroyingar hava ein málsligan fyrimun, tí flest allir føroyskir lærarar skilja norsk og kunnu eftir heilt stuttari tíð tosa á norskum ella “blandinaviskum”.

 

- Í øllum førum vildi eg mett, at málið eingin forðing hevði verið, um ein føroyingur søkti starv í Noregi, heldur nevndarlimurin í Føroya Lærarafelag.