Føroyskir filmsdagar í Keypmannahavn

25. septembur til 2. oktobur verður tiltakið Færøske Biodage á Nordatlantens Brygge og Cinemateket í Keypmannahavn.

25. septembur til 2. oktobur verður tiltakið Færøske Biodage á Nordatlantens Brygge og Cinemateket í Keypmannahavn.

 

- Færøske Biodage setur fokus á tær filmisku Føroyar, søguliga og aktuelt, stendur at lesa í skránni.

 

Tala er um ikki minni enn sjey spælifilmar, tríggjar dokumentarfilmar og tólv stuttfilmar. Harumframt fara gestir at viðgera filmarnar og menningina av føroyskum filmum í síni heild.

 

Fyrri parturin av skránni verður vístur á Norðuratlantsbryggjuni 25. til 30. septembur og seinni parturin í Cinemateket 30. septembur til 2. oktobur. Síðani gongur leiðin til Føroya, har Færøske Biodage verður hildið tíðliga í 2015.

 

Fyrireikararnir eru Birgir Thor Møller, programkurator fyri Færøske Biodage, Tine Blicher-Moritz, kulturchef á Nordatlantens Brygge, Jesper Andersen, programdirektør í Cinemateket og Sif Gunnarsdóttir, stjóri í Norðurlandahúsinum.

 

Millum filmarnir, ið vístir vera, eru Ludo, Barbara, Kópakonan, Atlantic Rhapsody, ein týsk útgáva av Barbaru frá 1961 og íslendska filmatiseringin av Her skal det danses eftir William Heinesen umframt dokumentarfilmarnir Tre Blink mod Vest, Waves, Sporini Vaksa úr Orðum og 1700 metrar frá fortíðini.

 

Trýst her fyri at lesa skránna.