Føroyski landsmálverjin hevur bestu hagtølini í Íslandi

Nicholas Satchwell hevði flest bjargingar í grundspælinum í bestu íslendsku hondbóltsdeildini

Nú gjørt er upp aftaná grundspælið er liðugt í bestu íslendsku hondbóltsdeildini stendur føroyski landsliðsmálverjin, Nicholas Satchwell við teimum bestu hagtølunum.

 

Hóast liðið hjá Nicholas, KA Akureyri bert gjørdist nummar 10 í grundspælinum, so er føroyski landsliðsmálverjin tann málverjin í deildini, ið hevði flestu bjargingarnar.

 

Royndi íslendski landsliðsmálverjin hjá Vali, Bjørgvin Páll Gústavsson er nummar trý á listanum.

 

Her síggjast tølini hjá teimum bestu málverjunum í Ólísdeildini:

 

##med2##