Føroyska liðið er sterkt og miðvíst

Sjáldan hava vit havt størri møguleika fyri at gera okkum galdandi

- Føroyska liðið er sterkt og tað er miðvíst.

Tað siga tey í Føroyskt Íslandsrossafelag.

Í næstu viku verða tey við í norðurlandameistarakappingini fyri ríðing við íslandsrossum.

Kappingin er í Herning í Danmark

 

- Tað er ein stórur fyrimunur fyri okkara ríðarar og sjáldan hava vit havt betur møguleikar fyri at gera okkum galdandi á fremstu rók enn vit hava hesa fer, sigur

Føroyskt Íslandsrossafelag.

 

Umframt hetta, verður kappingin um heimsmeistaraheitið í 2015 eisini í Herning.

Føroyski hópurin sum er úttikin til NM í ár telur fýra fólk og fimm ross.

 

Tey ið manna landsliðið hesa ferð eru:

- Heri D. Dahl á hestinum Vorboða frá Akurgerði

- Heri D. Dahl á hestinum Hørði frá Hnausum

- Óluva Á Lofti á hestinum Huginn frá Útnyrðingsst.

- Elin V. Tindskar. á hestinum Hølkvir frá Ytra-Dalsgerði

- Jóanis í Hoygarðinum á greðinginum Marel frá Feti

 

Hetta er eitt sera sterkt og miðvíst lið , vit nú senda til Herning, siga tey í Føroyskt Íslandsrossafelag

 

Heri og Óluva, sum bæði búgva í Føroyum, eru uttan iva tvey av teimum ídnastu rossafólkunum við eiga á klettunum og tey eru dagliga við til at stimbra og menna ríðingina her heima.

Hvør í sínum lagi hava tey vunnið mest sum allar kappingar her heima.

 

Jóanis og Elin eiga og reka ein garð við íslandsrossum í Hirtshals. Har hava tey egin ross og ross hjá øðrum í venjing.

 

- Síðstu mongu árini hava tey verið andlitið hjá føroysku íslandsrossaríðingini uttanlands. Við miðvísum arbeiði síðstu 10 árini vísa tey seg ferð eftir ferð ímillum tey allar bestu í íslandshesta verðini í Danmark.

 

Rossini hjá Óluvu og Hera vórðu flutt til Danmarkar fyri einum mánað síðani, har Jóanis og Elin tóku ímóti rossunum í Hirtshals og nú verður vant til kappingina.