Føroysk Miðlafólk heldur fram sum sjálvstøðugt felag

Aðalfundurin samtykt, at Føroysk Miðlafólk ikki skulu leggja saman við Starvsmannafelagnum

Aðalfundurin samtykt, at Føroysk Miðlafólk ikki skulu leggja saman við Starvsmannafelagnum

 

Í gjár hevði yrkisfelagði hjá føroyskum miðlafólkum, sum nevndist »Felagið Føroysk Miðlafólk«, aðalfund, har nýggj nevnd er vald, og framtíð felagsins sett út í kortið

 

Tað hevur ljóðar at felagið hjá fjølmiðlafólki, sum fyrr æt Føroya Blaðmannafelag, skuldi leggjast saman við Starvsfmannafelagnum, har fjølmiðlafólkini í Kringvarpinum eru limir. Men tað vildu limirnir í øllum førum ikki, tí felagið skrivar soleiðis í tíðindaskrivi:

 

»Felagið hevur farna árið arbeitt miðvíst við at kanna, um felagið skuldi fara í samstarv ella leggja saman við annað felag. Eftir aðalfundin í dag er full semja um, at felagið heldur fram sum sjálvstøðugt felag.

 

Føroysk Miðlafólk fer at seta ferð á fakliga virksemið, bøta munandi um tryggingarviðurskiftini hjá limunum og gera felagið meira sjónligt. Føroysk Miðlafólk vil vera snúningsdepilin fyri øll miðlafólk í Føroyum og hevur seinastu dagarnar longu fingið fleiri nýggjar limir.

 

Aðalfundurin fegnast um, at Føroysk Miðlafólk er eitt fíggjarliga sterkt felag.

 

Føroysk Miðlafólk er í dag limur í norðurlendska, evropeiska og altjóða fakfelagssamstarvinum fyri journalistfeløg, og ætlanin er at uppraðfesta hesar limaskapir. Føroysk Miðlafólk er einasta felag, sum kann skriva út pressukort í Føroyum.

 

Føroysk Miðlafólk hava gjørt eina umfatandi kanning av føroyska miðlalandslagnum, sum varð løgd fram á aðalfundinum. Kanningin er ein støðulýsing av miðlalandslagnum í 2017 og verður grundarlag undir arbeiðnum hjá felagnum at menna journalistiska yrkið og savna føroyska miðlaheimin.

 

Nýggja nevndin í Føroyskum Miðlafólkum er breitt samansett við fólkum úr øllum miðlaheiminum, tað veri seg úr almenna Kringvarpinum, privatu miðlunum og fríyrkisfólkum.

 

Hesi manna nú nevndina í felagnum:

 

Jón Brian Hvidtfeldt, formaður

Øssur Winthereig, næstformaður

Sólvit Nolsø, skrivari

Uni Arge, nevndarlimur

Beate L. Samuelsen, nevndarlimur

Jógvan Hugo Gardar, tiltakslimur

Jens Kristian Vang, tiltakslimur

 

Sólvit Nolsø og Jens Kristian Vang eru nýggir í nevndini«.