Herfyri var ein føroyskur útiseti í lívsvanda. Talan er um eina kvinnu í sekstiárunum, sum eitt kvøldið sat og hugnaði sær saman við manninum eftir at hava fingið ein góðan bita.
Við eitt fekk hon andaneyð og var um at kvalast. Alt bendi á, at hon hevði fingið eitt ovurviðkvæmisútbrot av teim fúlu, og maður hennara valdi tí at boðsenda einum sjúkrabili, sum koyrdi hana til nærri kanningar á sjúkrahúsinum í Svendborg. Eftir eina innspræning varð hon send heim aftur, og fekk tað eftir umstøðunum gott.
Fyri bert fáum døgum síðani endurtók søgan seg - og hesaferð við dupultari megi. Føroyska konan fekk einaferð enn andaneyð, og hon kikaði eftir ondini. Aftur hesuferð varð sjúkrabilurin boðsendur, og varð hon løgd inn á Svendborg Sygehus á øðrum sinni.
Hesuferð valdu læknarnir at kanna hana nærri, og slapp hon tískil ikki heim aftur fyrr enn dagin eftir. Tá ið fleiri blóðroyndir vórðu tiknar og teir høvdu fingið sær eitt neyvt prát við hana, kundu teir staðfesta, at ovurviðkvæmi ikki var orsøkin til útbrot hennara - orsøkin var haraftur ímóti strongd.
Føroyska konan er í starvi sum náttarvakt á einum ellisheimi. Hon sigur, at vegna sparingar hevur hon úr at gera. Tey gomlu gerast fleiri og fleiri, og tey, ið skulu ambæta teimum, gerast færri og færri. Tað er hetta, ið elvir til strongdina, staðfestir hon.