Hósdagin 20. mars verður føroysk gudstænasta á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn
Guðstænastan, sum er almenn, verður í kirkjuni inni á Ríkissjúkrahúsinum klokkan 13 og aftan á guðstænastuna verður høvið at práta saman í forhøllini afturvið einum drekkamunni
Gudstænastan er í sambandi við, at í morgin, mikudagin og hósdagin, eru Norðuratlantiskir Dagar á Ríkissjúkrahúsinum, og í hesum sambandi verður skipað fyri føroyskum, grønlendskum og íslendskum tiltøkum.
Í morgin, týsdagin, klokkan 9.30, fer Stanley Samuelsen at syngja, og høvið verður til at smakka serligan norðuratlantiskan mat.
Klokkan 13.30 fer Heini Davidsen at siga frá, og klokkan 19 á kvøldi, fara limir í Fótatraðk uppá gólv.
|










