Løgreglan í Aarhus leitar eftir 24 ára gomlu Irdi Fríðheim Mortensen, sum hvarv eftir at hava verið í býnum í nátt-
Tað skriva fleiri danskir miðlar nú í dag.
Seinast nakar sá hana, var klokkan átta í morgun, tá ið hon fór av einum bústaði mitt í Aarhus, men eingin veit, hvagar hon ætlaði sær.
Hon hevði verið á diskotekinum, Kupé, saman við nøkrum vinkonum, men hon fór frá teimum, sigur løgreglan við danskar miðlar.
Løgreglan hevur funnið klæðini, hon var í, og eina tasku, men tey vita ikki um tað er tí at hon er í ongum klæðum, ella um tað er tí, at hon hevur skift.
Løgreglan sigur, at einki bendir á, at brotsverk er framt og hon var heldur ikki tunglynt.
Irdi Fríðheim Mortensen hevur lisið løgfrøði í Aarhus og er annars flogterna hjá Atlantsflogi.
Løgreglan hevur leitað í havnini í Aarhus og leitað hevur eisini verið við tyrlu, men higartil til fánýtis.
Irdi Fríðheim Mortensen er 180 sentimetrar høg, eitt sindur hyldlig, men annars vanliga bygd.









