Føroysk filmsfólk taka seg saman í felag

Nú verða stig tikin til at stovna eitt felag fyri yrkis filmsfólk

Í morgin, leygardagin verða stig tikin til at stovna eitt føroyskt felag fyri yrkis filmsfólk.

 
Hett er úrslitið av eini ætlan, sum spratt um ólavsøkuna í fjør, tá ið ein bólkur av føroyskum filmsfólki savnaðist.

 

Tá varð samtykt at fyrireika og stovna eitt yrkisfelag fyri tey, sum arbeiða við filmsgerð í Føroyum, sigur ein av stigtakarunum, Ingun í Skrivaragøtu.

 

Síðan tá hevur ein stýrisbólkur arbeitt við hesum, og seinnapartin í morgin leygardagin, verður boðið til stovnandi aðalfund í Pæsastovu í Bringsnagötu í Havn klokkan 15.
 
- Endamálið við felagnum er at betra um korini hjá føroyskum filmsfólki, og vera við til at leggja lunnar undir eina føroyska filmsvinnu.

 

- Eisini vil felagið miðvíst arbeiða fyri, at ein almennur filmsgrunnur verður stovnaður í Føroyum, sum er við til at stuðla og menna fakliga filmsumhvørvið í øllum teimum ymsu greinunum.

  
Í stýrisbólkinum hava sitið: Andrias Høgenni, Dávur Djurhuus, Ingun Í Skrivarastovu, Julia Í Kálvalíð, Sámal Jákup Jakobsen og Sigga Vang.